Uttanlands

Sólfangarar á tøkini í Keypmannahavn

Borgarstjórin vil hava sólfangarar á almennum tekjum í danska høvuðsstaðnum

2023-01-28 17:22 Author image
Jan Müller
placeholder
Síðani tað grøna orkuskiftið tók dik á seg hava danir gingið á odda á fleiri mótum. Eitt nú við at seta upp vindmyllur og eisini framleiða vindmyllur til nærum allan heimin. Nú skulu eisini tøk takast, tá talan er um at menna sólorkuna.

[object Object]

Borgarstjórin í Keypmannahavn, sum umsitur umhvørvi og tøkni, Line Barfod frá Einheitslistanum heldur, at sólfangarar skulu setast upp á tekjurnar í býnum og hevur lagt eina ætlan fram, har 73 almennir bygningar í framtíðini kunnu lata streym inn á netið frá sólfangarum á tøkunum. Hetta skrivar Barfod í danska miðlinum Altinget. Hon vísir á, at vegleiðing frá Orkustýrinum frá 2022 ger tað lættari hjá kommununum at seta sær slík mál. 

Lise Barfod skrivar, at høgu orkuprísirnir og møguleikin fyri at samskipa battarí og sólfangaraútbúnað skapa vónir um, at kommunan kann reka eitt felag, uttan at hetta skal geva undirskot. Vónin er, at eitt slíkt felag kann hvíla í sær sjálvum. Haraftrat er tað eitt stórt politiskt ynski um at økja um grøna orkuframleiðslu í Keypmannahavnar Kommunu. 

Barfod hevur annars funnist at statinum fyri at varðveita reglar, sum gera tað trupult at troyta sólfangarar á kommunalum bygningum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder