Uttanlands

Altjóða orkustovnurin IEA: Stórur tørvur á olju og gassi

Altjóða orkustovnurin IEA sigur í nýggjari frágreiðing, at heimurin fer at hava stóran tørv á olju og gassi, eisini eftir at verðurlagsmálini verða rokkin

Stjórin í Norsk Olje og Gas, Karl-Eirik Schjøtt-Pedersen: -Stórur tørvur verður á norskari olju og gassi í framtíðini.

Stjórin í Norsk Olje og Gas, Karl-Eirik Schjøtt-Pedersen: -Stórur tørvur verður á norskari olju og gassi í framtíðini.

2018-11-14 20:37 Author image
Jan Müller
placeholder

IEA sigur í síni seinastu frágreiðing, at hóast mest bjartskygdu málini fyri einum umhvørvisvinarligari veðurlag verða rokkin, so fara nátúrgass og olja í 2040 at standa fyri stórum parti av heimsins orkunýtslu. Eisini verður gjørt greitt, at við at fara fra tí olju og gassi, sum í dag framleiða mest CO2, til ta olju og gass, sum framleiða minst av CO2, kann útlátið minkast við 25% fyri olju og 30% fyri gassi.

Í seinastu frágreiðing síni vísir IEA m.a. á, at eitt nú norska framleiðslan av olju og gassi eru avgerandi fyri at røkka heimsins veðurlagsmálum og til tess at kunna geva vaksandi fólkatalinum í heiminum ta orku, sum tørvur er á.

Stjórin í norska felagnum, ”Norsk Olje og Gas”, Karl Eirik Schjøtt-Pedersen, sigur í eini viðmerking, at frágreiðingin frá IEA greitt vísir, at stórur tørvur verður á norskari olju og gassi í framtíðini, og eisini tá veðurlagsmálini verða rokkin.

”Vit vita, at norska olju- og gassframleiðslan lata út 50% minni av veðurlagsgassum enn meðaltalið er fyri allan heimin. Tað er tí, at stjórin fyri IEA, Fatih Birol, ger greitt, at heimurin tørvar alla ta olju og gass, sum Norra kann framleiða, skulu vit røkka veðurlagsmálunum, sigur Schjøll-Pedersen.

Ein av størstu óttunum hjá EIA er, at tað komandi árini ikki fer at verða framleitt nokk av olju til at nøkta tørvin, og orsøkin til tað eru lægri íløgur og færri fund seinastu 4-5 árini. IEA ber ótta fyri, at hetta kann hava við sær ein sera høgan oljuprís í 2020, og tað fer at fáa ymsar negativar avleiðingar fyri heimsbúskapin.

”Eitt tað mest týdningarmikla vit í Norra kunnu gera er at tryggja, at vit hava atgongd til nóg nógv áhugaverd øki at leita í og útvinna olju úr. Og framhaldandi hava støðugar og tryggar karmar hja vinnuni at arbeiða undir, soleiðis at hon kann gera íløgur á norska landgrunninum í framtiðini eisini, sum so aftur kunnu gagna arbeiðsplássum, norsku lokalsamfeløgunum og globala veðurlagssarbeiðinum sigur Schjøtt-Pedersen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder