Uttanlands

Atlantic Petroleum: Orlandokeldan framleiðir minni enn mett

Orlando oljukeldan er inntøkugrundarlagið hjá Atlantic Petroleum

2019-06-17 17:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir at hava verið í andróðri í eina tíð er Atlantic Petroleum nú rakt av enn einum trupulleika. Talan er um Orlandokelduna, sum fór undir framleiðslu herfyri og sum skal geva felagnum inntøkur. Nú vísir tað seg, at framleiðslan er minni enn mett,  og tað merkir, at Atlantic fær minni burtur úr, tó at felagið kortini fer at røkka ætlaðu málunum nakað seinkað í  seinnu helvt av 2019. Kortini metir felagið, at tað verður noytt til at skriva niður virðið av kelduni í sambandi við næsta kvartalsroknskap. Hetta upplýsir felagið til børsin. Framleiðslan fyrstu tveir mánaðirnar hevur í meðal verið 4500 tunnur um dagin, sum er væl minni enn tær 10.500, ið upprunaliga varð roknað við. Hetta sigur fyristøðufelagið Decipher Energy.

Hóast lægri framleiðslu, so hevur Atlantic Petroleum kortini vónir um at røkka eini hægri framleiðslu sum frálíður og harvið røkka málinum. Atlantic Petroleum seldi í 2017 Orlando kelduna til Decipher Energy men varðveitti rættin til at fáa inntøkur av teimum fyrstu 5 mió. tunnunum av olju.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder