Hetta støðukortið av øllum Atlantsmótinum tvs. økinum millum Hetland og Føroyar, vísir hvar og hvørjar kanningar og útbyggingarætlanir standa fyri framman. Aftrat hesum koma fleiri onnur áhugaverd øki, eitt nú Lyon og Gragganmore leitimiðini har norðuri, Blackrock leitimiðið nær Cambo, Alligin útbyggingin nær Foinaven oa.
Felagið heldur, at meira enn ein mia. tunnur av olju goyma seg í undirgrundini í einum av tess loyvum á Rona rygginum vestan fyri Hetland. Hetta skrivar oljumiðilin Energy Voice nú undan jólum. Eitt av leitimiðjunum hjá felagnum er Bader, sum liggur í einum loyvi nærhendis stóru oljukeldunum hjá oljufelagnum Hurricane Energy, Lancaster-Halifax, ið eisini verða mettar at goyma stórar nøgdir av olju. Lancaster keldan verður útbygd í løtuni og fer eftir ætlan undir framleiðslu tíðliga í 2019. Risastóra oljukeldan Clair liggur beint norðan fyri Bader leitimiðið, sum Spark Exploration nú fer at kanna nærri. Spark Exploration er eitt av nýggju feløgunum, sum hava sett kósina móti nýggja oljulandslutinum vestan fyri Hetland, eisini nevndur Atlantsmótið. Felagið fekk tillutað fleiri nýggj leitiloyvi í 30. útbjóðingini í Bretlandi.
Jarðfrøðin í Bader leitimiðinum líkist henni í Lancaster kelduni, har farið verður eftir nýggjum slag av oljuframleiðslu, nevniliga ”Fractured Basement”, tvs. at oljan liggur í sjálvum grundfjallinum. Í løtuni er eitt framleiðsluskip ávegis til leiðirnar á Lancaster kelduni. Eydnast henda fyrsta royndin við "fractured basement" vestan fyri Hetland, kann hon fáa týdning fyri Spark og tess Bader leitimið. Spark, sum stendur til at gera 3D seismikkkanningar, skal taka støðu til eina boring í økinum innan september 2020.
Spark Exploration roynir í løtuni í ferð at finna partnarar, sum kunnu vera við til at fara víðari við kanningunum av Bader leitimiðinum. Umframt Bader hevur Spark eisini onnur loyvi í grannalagnum, eitt nú Buzz og Ginger.
Tað er greitt, at komandi virksemið hjá Spark Exploration vestan fyri Hetland kann rudda slóð fyri onnur oljufeløg eisini, sum í løtuni hyggja eftir møguleikunum á Atlantsmótinum.
Sí eisini heimasíðu hjá Spark Exploration, har tú eisini finnur spildurnýggja framløgu um leitimiðini á Rona rygginum nakað eystan fyri Føroyar.
https://sparkexploration.com/wp-content/uploads/2018/12/Spark-Exploration-Bader-Prospect-Extending-the-Basement-Play-on-the-Rona-Ridge-16_9-Format.pdf
Kelda: Energy Voice og Spark Exploration
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald