Uttanlands

Bretski forsætisráðharrin: - Okkum tørvar olju og gass í mong ártíggju

Bæði bretski forsætisráðharrin og skotski SNP leiðarin í bretska tinginum vísa aftur royndunum hjá skotsku stjórnini at gevast við olju- og gassvirksemi í Norðsjónum

Bretski forsætisráðharrin ynskir at gera Bretland óheft at innfluttari orku og vil tí seta ferð á kolvetnisvirksemið í Norðsjónum

Bretski forsætisráðharrin ynskir at gera Bretland óheft at innfluttari orku og vil tí seta ferð á kolvetnisvirksemið í Norðsjónum

2023-01-19 16:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Greining. Í Bretlandi hevur stríð tikið seg upp um framtíðar olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Um somu tíð, sum skotska stjórnin við SNP og teimum grønu hevur lagt fram eina nýggja orkustrategi, ið m.a. miðjar móti at minka og heilt steðga olju- og gassvirksemi í Norðsjónum, so stendur bretska stjórnin við forsætisráðharranum Rishi Sunak rimmarføst, tá tað snýr seg um bretsku kolvetnisframtíðina.

Seinastu dagarnar hava bæði forsætisráðharrin Rishi Sunak og  skotski SNP leiðarin í bretska parlamentinum, Stephen Flynn, gjørt greitt, at teir stuðla ætlanunum at geva nýggj leitiloyvi eftir olju og gassi í Norðsjónum eins og loyvi til nýggjar útbyggingar av olju- og gassleiðum, sum longu eru funnar, tó at krøvini til minni útlát mugu haldast.

Rishi Sunak, forsætisráðharri: “Vit vita, at vit mugu dúva uppá kolvetni í fleiri ártíggju, um somu tíð sum vit leggja okkum eftir grøna orkuskiftinum. At brúka olju og gass frá Norðsjónum minkar CO2 útlátið við eini helvt í mun til at innflyta olju og gass úr øðrum londum. Tað gevur tí meining at framleiða tað sjálvi og fer tað at tryggja túsundtals arbeiðspláss í Skotlandi. Eg kann vissa tykkum um, at skotski olju- og gassídnaðurin fær heilhjartaða undirtøku frá bretsku stjórnini.”

Sunak minnir skotska fyrstaráðharran Nicola Sturgeon á, at meira enn 200.000 størv eru í olju- og gassvinnuni, og tey mugu varðveitast so ella so.

Stephen Flynn, SNP leiðari í bretska parlamentinum, sum er komin í sætt ódnarveður, nú hann hevur dittað sær at ganga ímóti víðgongdu linjuni hjá skotsku stjórnini:

“Vit hava tørv á at lata nýggj loyvi til oljuleiting til tess at verja orkutrygdina umframt at geva loyvi til útbyggingar.”

[object Object]

Hetta kemur fram eftir, at samgongustjórnin í Skotlandi millum SNP og tey grønu hevur sett út í kortið ein orkupolitikk, sum miðjar móti heilt at steðga øllum olju- og gassvirksemi í Norðsjónum innan 20 ár. Nakað, sum eisini vinnan hevur funnist at, tí hon metir, at nettupp olju- og gassvinnan kunnu vera ein týðandi partur av grøna orkuskiftinum og at minka CO2 útlátið.

Fleiri av umhvørvisfelagsskapunum í eitt nú Skotlandi hava funnist harðliga at royndunum hjá bæði bretsku stjórnini og vinnuni at loyva nýggjari leiting og útbyggingum av oljuleiðum. Víst verður á, at hesi stig ganga beint ímóti veðurlagspolitikkinum. Teir vísa ítøkiliga á, at olju- og gassútbyggingar so sum Cambo, Rosebank og Jackdow eiga ikki at verða góðkendar, tí tær ikki eru í tráð við grøna orkuskiftið og veðurlagspolitikkin sum heild.

Hesum vísir vinnan aftur og sigur, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn varandi orkukeldur kunnu koma ístaðin fyri og heilt avloysa olju og gass.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder