Tað kunnar japanska vinnumálaráðið um sambært Reuters. Hetta verður gjørt ásannandi, at flótandi havvindorkuídnaðurin fer at vaksa sera nógv komandi ártíggjuni, um somu tíð sum lond royna at minka um CO2 útlátið.
Avtalan er undirskrivað av japanska ráðharraráðnum fyri náttúrutilfeingi og danska veðurlags- og orkumálaráðið. Tey bæði londini ætla at skapa karmar fyri at stuðla samstarvi innan ídnaðin, eftirlitsmyndugleikar og granskingarstovnar. Ætlanin er eisini at bjóða øðrum londum at vera partur av samstarvinum, sum eisini miðjar móti at seta altjóða standard fyri ídnaðin.
Japan ætlar at menna havvindorkuna við 10 GW bæði við flótandi og føstum vindmyllum í 2030 og til 45 GW í 2040. Tað ætlar at varandi orka skal veita 36 til 38% av elorkumixinum móti endanum á hesum ártígginum. Japan hevur sett sær fyri at vera útlátsneutralt í 2050.
Samstarvið millum Danmark og Japan skal eisini fevna um at menna burðadyggan flutning av bæði vetni og ammonia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald