Um somu tíð sum tosað verður um ein oljuprís, ið skjótt kann røkka 90 dollarum fyri tunnuna, boðar altjóða orkustovnurin IEA frá, at fyri fyrstu ferð nakrantíð er samlaða oljuframleiðslan í heiminum farin upp um 100 mio. tunnur um dagin. Orsøkina finna vit serstakliga í vaksandi amerikonsku framleiðsluni og eisini í vøkstri hjá Opec londum. Eftirspurningurin eftir olju fer at halda fram at vaksa í hesum árinum og í 2019 sigur stovnurin. Hann vísir eisini á, at minkandi framleiðslan í Iran og Venezuela kann fáa oljuprísin at hækka enn meira. Hann liggur í løtuni á umleið 80 dollarum fyri tunnuna. Men hevur annars ligið millum 71 og 77 dollarar nú í eina tíð. Hetta seinasta árið er hann hækkaður við nærum 40%. Bara síðani miðjan august er hann vaksin við 11%. Upplýsingarnar frá IEA vátta, at oljan heldur fram at vera mest troytta orkukeldan í heiminum, hóast vøksturin í varandi orku og ivanum um týdningin oljan fer at hava, nú veðurlagið broytist.
Ymsir oljugreinarar vilja vera við, at oljan fer at koma í hæddina næstu 20 árini. Wood Mackenzie, sum javnan ger metingar av oljuprísinum, hevur mett, at oljan fer at koma í hæddina í 2036 ikki minst orsakað av vaksandi talinum av elriknum bilum. Fleiri oljufeløg siga, at eftirspurningurin eftir teirra vørum er vorðið meira støðugur. Eitt nú metir Exxon Mobil, at oljan fer at vaksa í hvussu er fram til 2040, serliga tí at fólkini í menningarlondunum gerast fleiri og fara at brúka meira orku.
IEA metir í seinastu frágreiðing síni, at altjóða vøksturin í eftirspurninginum eftir olju í 2018 og 2019 verður 1,4 mió. og 1,5 mió. tunnur um dagin.
Vøksturin í framleiðsluni stavar m.a. frá framleiðsluni í USA, sum fyri fyrstu ferð í 45 ár er vorðin størsti oljuframleiðari í heiminum. Harvið hevur USA yvirhálað bæði Saudi Arabia og Rusland. Framleiðslan í USA er sambært CNN meira enn tvífaldað seinastu 10 árini við Texas sum høvuðskjarnu. Í juni og august vaks framleiðslan við nærum 11 mió. tunnum um dagin.
Ein av orsøkunum til stóra vøksturin í USA er nýggja tøknin, sum hevur ruddað slóð fyri fracking, ið er ein nýggjur háttur at fáa oljuna upp úr undirgrundini á landi. Ein onnur orsøk er tann, at kongressin í USA í 2015 slepti 40 ára gamla kravinum um at forbjóða øllum útflutningi av olju úr USA.
Keldur: AP, IEA, CNN, Financial Times
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald