”Tað er als ikki rætt, tá nøkur fólk siga, at elriknir bilar merkja endin á oljuøldini, og at teir eisini eru loysnin á verðurlagsavbjóðingunum. Hetta er ikki bara skeivt, tað er fullkomiliga skeivt.” Orðini eigur stjórin í altjóða orkustovninum, IEA, Fatih Birol, sambært Dagens Nyheder.
”Allir bilar í heiminum standa fyri 20% av heimsins oljueftirspurningi, og í mun til útlátið av CO2 eiga bilarnir einans 8%. Tað er av stórum týdningi, at vit ikki geva skeiv signal til fólk,” sigur hann.
Av samlaða talinum á bilum uppá 2 milliardir í 2040 roknar IEA við, at 300 milliónir verða elriknir bilar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald