Herfyri bórust tíðindini um, at norska oljufelagið Equinor hevði lagt boð inn at keypa partin hjá amerikanska oljufelagnum Chevron í Rosebank oljukelduni vestan fyri Hetland. Talan er um ein stóra oljukeldu, sum varð funnin í 2004, og sum táverandi Statoil var partur av. Seinni seldi felagið sín part av Rosebank. Nú hevur felagið so aftur varpað ljós á hesa oljukelduna, sum liggur eystan fyri Føroyar.
Al Cook, sum stendur á odda fyri strategipartinum hjá Equinor, sigur, at felagið sær stórar møguleikar á bretska landgrunninum. Í løtuni er felagið við at útbyggja Mariner oljukelduna eystan fyri Hetland. Hon verður tikin í brúk í 2019. Men felagið hevur so eisini eyguni eftir Rosebank, sum tað nú hevur boðið uppá. Al Cook sigur, at Equinor fer at hyggja eftir, hvussu ein útbygging av Rosebank kann gerast m.a. við at brúka royndir frá norska landgrunninum, har tað hevur eydnast Equinor í fleiri førum at minka munandi um útbyggingarkostnaðir av stórum verkætlanum.
”Vit fara at hyggja eftir, um ikki ein útbygging av Rosebank kann vera grundarlag undir einum ”hubbi” tvs. einum miðdepli, har eisini keldur rundan um Rosebank verða knýttar í høvuðskelduna,” sigur Al Cook.
Equinor er í dag við í meira enn 20 leitiloyvum í Bretlandi og ætlar at bora í minsta lagið 3 leitibrunnar í komandi ári.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald