Uttanlands

Equinor finnur olju í Barentshavinum

Norska oljufelagið er flaggskipið í Barentshavinum og seinasta fundið skapar nýggjar vónir til hetta stóra økið

2018-10-29 15:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska oljufelagið Equinor hevur aftur rakt við olju í Barentshavinum. Hetta upplýsir felagið í morgun. Tað hevur gjørt eitt fund uppá 25 mió. tunnur av olju í Skruis leitimiðinum, sum liggur tætt við stóra Johan Castberg fundið, ið Equinor fann nøkur ár herfyri og sum er mett at goyma upp til 650 mió. tunnur. Umframt Equinor eru eisini Eni og Petoro við í hesi verkætlanini, sum heilt givið eisini fer at hava týdning fyri útbyggingina av stóru Castberg kelduni í grannalagnum eins og fyri leiting í Barentshavinum sum heild.

Hetta er fyrsti brunnurin hjá Statoil í Barentshavinum í ár og eitt nýtt fund fløvar hjá Equinor, sum hevur stórar ætlanir fyri Barentshavinum. Tað ætlar at bora fleiri brunnar komandi mánaðirnar við boripallinum West Hercules, ið eisini er kendur í Føroyum.

Talan er um økini norðan fyri Norra, har olja og gass eru funnin og liggja hesi langt frá ísfjaldu leiðunum í Arktis. Enn eru bara tvær framleiðslur farnar í gongd í økinum. Tað er gasskeldan Snøhvit, sum Equinor stendur fyri og síðani oljukeldan Goliat, sum ENI stendur fyri.

Equinor eins og nógv onnur oljufeløg hava borað nógvar brunnar í Barentshavinum, men tað hevur ikki gingið so væl sum ætlað. Tí kemur seinasta fundið væl við. Eftir at Johan Castberg varð funnið varð hildið, at keldan fór at verða útbygd skjótast, men kostnaðirnir fyri nøkrum árum síðani vóru mettir at vera ov høgir, og tí varð verkætlanin løgd á hillina. Síðani fóru tøkningarnir hjá Equinor aftur til tekniborðið og megnaðu teir at minka útreiðslurnar til eina útbygging niður í eina helt til 50 mia. kr. Hetta varð mett sum eitt bragd. Nú verður so arbeitt við at útbyggja hetta nýggjasta feltið í Barentshavinum.

Tað ljóðar eisini, at Equinor, sum herfyri kunngjørdi, at tað er í samráðingum við Chevron um at keypa tess part av oljukelduni Rosebank við føroyska markið, fer at brúka royndirnar og vitanina frá útbyggingini av Castberg til at kunna lækka kostnaðin av at útbyggja Rosebank á bretska landgrunninum. Sostatt kann ein útbygging heilt norðuri í Barenthavinum verða grundarlag fyri enn eini útbygging longur syðri og entá tætt við Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder