Norska oljufelagið Equinor kom veruliga í fokus á altjóða oljumessuni ONS í Stavanger í farnu viku, tá tað kunngjørdi eina sera kolveltandi ætlan: at byggja brýr millum vindorku og oljuframleiðslu fyri harvið at minka um CO2 útlátið. Felagið ætlar nevniliga at seta upp flótandi vindmyllur til havs millum fleiri av stóru framleiðandi oljupallunum á norska landgrunninum. Tær skulu so framleiða elorku, veita streym at halda lív í stórum oljuleiðum so sum Gullfaks og Snorre.
Tað vil tá vera fyrstu ferð nakrantíð, at ein havvindmylnulund verður knýtt beinleiðis til olju- og gasspallar. Sambært ætlanini verður CO2 útlátið minkað við 200.000 tonsum um árið, sum svarar til útlátið frá 100.000 akførum. Equinor hevur gjørt eina nágreiniliga kanning av norska landgrunninum fyri at finna fram til, hvørji støð eru best egnað til at fáa orku frá eini flótandi vindmylnulund. Og úrslitið av hesi kanning vísir, at Snorre og Gullfaks pallarnir í Tampen økinum eru best egnaðir til ætlanina.
Verkætlanin hevur sjálvandi stórar avbjóðingar við sær, tá eitt nú verður farið frá gassturbinum til flótandi vindmyllur. Annars verður mett, at nýggja verkætlanin umframt at minka um CO2 útlátið, eisini kann skapa nógv nýggj arbeiðspláss í norsku orkuvinnuni.
Hywind Tampen verkætlanin, sum hon eitur, fer at leggja lunnar undir nýggja tøkni og eisini minka um kostnaðirnar, sum eru tengdir at orkunýtsluni umborð á oljupallum. Men enn er bara talan um eina ætlan á tekniborðinum.
Nú verður so farið víðari við kanningum av ymsum slag, har miðjað verður móti at brúka 11 vindorkuturbinur, sum skulu veita streym til teir fimm Snorre og Gullfaks pallarnar. Tær fara at framleiða 88 MW, sum kann nøkta 35% av árliga orkutørvinum hjá oljufeltunum. Samanlagt fer nýggja verkætlanin at minka um CO2 útlátið á norska landgrunninum frá 2020 til 2030 við 2,5 mió. tonsum.
Útreiðslurnar til hesa verkætlan eru, sambært Equinor, mettar til 5 mia. norskar kr.
Equinor og tess partnarar á Snorre og Gullfaks feltunum fara nú aftur til tekniborðið við verktætlanini. Endaliga avgerðin um verkætlanina verður tikin í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald