Fara at sakna Føroyar á oljumessuni ONS

Fara at sakna Føroyar á oljumessuni ONS

Fyri fyrstu ferð síðani 1992 verða Føroyar ikki umboðaðar á oljumessuni í Stavanger í ár.

Innanlands
2018-08-03 11:37 Author image
Jan Müller

Fyri fyrstu ferð síðani 1992 verða Føroyar ikki umboðaðar á oljumessuni í Stavanger í ár. ONS-stjórin vónar kortini at síggja føroyingar sum vitjandi á messuni.

 

Leif Johan Sevland, fyrrverandi borgarstjóri í oljubýnum Stavanger og í dag stjóri fyri risastóra altjóða oljumessutiltakinum ONS, dylur ikki fyri, at hann er hollur Føroyavinur. Og hann hevur nakað at hava tað í. Sum borgarstjóri hevur hann havt tætt tilknýti til føroyingar, ið hava arbeitt í norsku oljuvinnuni, og sum stjóri fyri ONS nú í mong ár hevur hann havt høvi til at taka ímóti føroyingunum, ið hava luttikið á oljumessuni og á festivalinum á bryggjuni í Stavanger, har sluppin Westward Ho fram til í ár hevur verið fastur táttur í býarmyndini. Í dag – bert fáar vikur undan upplatingini av hesi 23. messuni av sínum slag – harmast hann um, at Stavanger má vera føroysku luttøkuna fyriuttan.

 

Hóast Føroyar hava luttikið á ONS, sum verður hildið annaðhvørt ár, síðani 1992, so var undirtøkan í ár í minnara lagi til at kunna forsvara at hava ein sjálvstøðugan landabás á messuni ella slupp og tjald á bryggjuni í Stavanger.

 

Tað var annars tann tíð, tá hundraðtals føroyingar luttóku á ella vitjaðu stóra ONS tiltakið. Vit minnast serliga aftur á tiltakið í 1994, tá Poul Mohr, sáli saman við Eyðun Elttør, landsstýrismanni myndaðu føroyska básin og har heilsaðu upp á Harald Kong - ella tá undangongufólk í tilrættaleggingini av føroyskari oljuvinnu, so sum Árni Olafsson, Martin Heinesen og Arne Nørrevang vóru partur av føroyska básinum og kundu venda heimaftur við íblástri frá bæði norskari og altjóða oljuvinnu – til at seta føtur undir eina føroyska oljuvinnu.

 

At einki lønandi fund er gjørt á føroyska landgrunninum higartil man uttan iva vera ein høvuðsorsøkin til, at Føroyar fyri fyrstu ferð ikki luttaka á ONS. Og tað heldur Føroyavinurin og stjórin fyri tiltakinum, Leif Johan Sevland vera stórt spell. Tí hann metir framvegis, at Føroyar ein dag gerast ein oljutjóð við egnum oljukeldum.

 

ONS stóra undirtøku

Oljuportalurin hitti henda norska slóðbrótaran og spurdu vit hann, um tað ikki hevur verið ein tung føðing at fara undir aftur at fyrireika oljumessur eftir prísskædlið í vinnuni.

 

“Tíðirnar eru broyttar aftur til tað betra. Tað er aftur stórur áhugi fyri ONS 2018, sum hevur fingið stóra undirtøku. Vit merkja eisini, at bjartskygni er stórt í oljuvinnuni, og fólk gleða seg til hetta stóra tiltakið, sum verður um nakrar vikur.

 

Vit fara at bjóða fram eina sera flotta og góða framsýning m.a. við luttøku av 28 oljufeløgum. Vit hava eisini ment skránna fyri ONS soleiðis, at 600 ymsir fyrilestrarhaldarar fara at hava framløgur á sjey ymsum pallum. ONS hevur altíð verið framúr til at taka upp tað nýggja, sum hendir í vinnuni, og tað sæst aftur á ONS 2018, sum nú er vorðið eitt týðandi møtistað innan alt orkuøkið.

 

Leif Johan Sevland er so heppin at hava kunnað fylgt oljutilgongdini í býnum frá fyrsta degi, í mong ár fyrst sum borgarstjóri. Fyrstu ferð skipað varð fyri ONS messuni í Stavanger var í 1974 og er ONS 2018 nr. 23 í røðini. Hetta er eitt altjóða møtistað fyri orku, tøkni og innovatión. Her hittast fólk og tosa um alt hugsandi innan orkuvinnuna. Sambond verða skipað. Ársins tema er “Innovate” og fer ONS 2018 at varpa ljós á týdningin tað hevur at vera innovativur ella sum hann orðar seg – at innovera.  At hugsa øðrvísi, váða nakað nýtt. Tað er innan tøkni, men eisini innan leiðslu. Millum feløgini, ið arbeiða við innovatión og sum luttaka á messuni, eru Google, Amazon, Microsoft og IBM.”

 

Leif Johan Sevland sigur, at ein merkir nýtt bjartskygni innan vinnuna, og fólk verða aftur sett í størv. Eisini verður nógv gjørt burtur úr ungdóminum og tess luttøku í vinnuni. Stórur dentur verður eisini lagdur á varandi orku og reina orku vísir stjórin á.

 

Fer at sakna føroyska flaggið

Norski oljuveteranurin heldur tað vera stórt spell, at tú í ár ikki fer at síggja føroyska flaggið veitra á ONS, nakað tú hevur sæð á hvørjum ONS tiltaki síðani 1992.

 

“Føroyar hava verið partur av ONS so langt aftur eg kann minnast. Á framsýningini, á festivalinum og á Westward Ho við bryggjuna.

Tað er tí ein sera stórur saknur, at føroyingar ikki eru við á oljumessuni ONS í ár. Føroyar hava verið eitt týðandi íkast tey seinastu mongu árini. Tit hava verið sera sjónlig og hava megnað at marknaðarføra Føroyar mótvegis ídnaðinum á ein týðandi hátt. At tit hava verið við hevur eisini verið góð reklama fyri Føroyar sum ferðavinnumál. ONS er eitt týðandi møtistað. Eg vóni so inniliga, at tit verða við aftur í 2020. Og so vóni eg veruliga at kunna hitta so nógvar føroyingar sum vitjandi sum til ber á ONS 2018.

 

Leif Johan Sevland, ið kennir oljuvinnuna betri enn nakar annar, fylgir sjálvandi broytingunum og orkutilgongdini í heiminum, har varandi orka fær størri og størri týdning. Men hann ivast ikki í, at tað fer at vera tørvur á olju og gassi í nógv nógv ár aftrat.

 

“Avbjóðingin er at framleiða tað so reint sum tilber og sum klimamálini hava sett sær fyri. Vit stuðla eini yvirgongd til varandi orku, men hon fer á ongan hátt at kunna koma ístaðin fyri olju og gass í mong tíggjuár úti í framtíðini.”

 media/2018/08/03/media-plus-resized/skarmbillede-2018-08-03-kl.-11.19.43.png  

 media/2018/08/03/media-plus-resized/skarmbillede-2018-08-03-kl.-11.25.53.png

media/2018/08/03/media-plus-resized/skarmbillede-2018-08-03-kl.-11.20.15.png

media/2018/08/03/media-plus-resized/skarmbillede-2018-08-02-kl.-15.42.20.png

media/2018/08/03/media-plus-resized/skarmbillede-2018-08-02-kl.-15.28.11.png

media/2018/08/03/media-plus-resized/skarmbillede-2018-08-02-kl.-15.29.13.png

media/2018/08/03/media-plus-resized/skarmbillede-2018-08-02-kl.-15.37.39.png

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder