Enn eitt seismikkfelag hevur lagt til brots í komandi olju- og gassøkinum vestan og norðan fyri Hetland. Talan er um fyritøkuna CGG, sum er farin undir at skjóta seismikk á einum stórum øki í ein útnyðring úr Føroyum. Felagið skal gera tað, sum á oljumáli verður kallað: ”a high-density, rich-azimuth, towed-streamer multi-client survey”.
Aftanfyri verkætlanina standa fleiri stór altjóða oljufeløg. CGG sigur í fráboðan, at nógv oljufeløg hava alstóran áhuga fyri hesum økinum og sum heild fyri økinum vestan fyri Hetland. Tey vilja tí fegin hava meira seismiskt tilfar til vega, sum kann undirbyggja og leiðbeina tey, tá tey skulu seta borin í undirgrundina.
Talan er m.a. um eitt øki, har fleiri oljufeløg longu hava loyvi og har feløg fingu nýggj leitiloyvi í seinastu útbjóðingini á bretska landgrunninum. Tað snýr seg um eitt øki við stórum møguleikum at finna olju og gass og um eitt øki, sum er lutvíst lítið kannað higartil. Hesi økini liggja ikki so langt frá føroyska markinum heldur. Væntandi verða frystu úrslitini frá hesi umfevnandi kanningini klár í fyrsta ársfjórðingi í 2019, meðan endaliga samlaða úrslitið er liðugt um miðjan 2019.
Sum skilst er ætlanin eisini at kanna løgini undir vulkanskum grótsløgum í økinum. Tað verða tey bæði seismikkskipini, Oceanic Vega og Geo Caribbean, sum fara at standa fyri arbeiðinum. Øll tann nýggjasta og mest framkomna tøknin innan seismikk verður brúkt til kanningina, t.d. breiðbandstøkni.
Tað eru bert nakrir mánaðir síðani, at eitt annað seismikkfelag, tað norska TGS, fór undir eina líknandi seismiska kanning eisini í økinum vestan og norðan fyri Hetland. Tann kanningin liggur uppaftur nærrri føroyska markinum.
At heili tvey stór seismikkfeløg nú gera kanningar eystan fyri føroyska markið eru góð tíðindi til føroyska oljumyndugleikar, tí hetta boðar frá, at altjóða oljufeløg hava stórar vónir til at finna olju og gass í einum øki, sum liggur tætt upp at føroyska markinum.
Í seinastuni hava eisini stjórar fyri stóru oljufeløgini, BP og Shell, úttalað seg sera jaligt um framtíðina á Atlantsmótinum, sum verður mettur sum tann nýggi framtíðar Norðsjógvurin. Um somu tíð sum hetta hendir bíða føroyskir myndugleikar eftir, at útlendsku oljufeløgini, sum eru so nær markinum, fyrr ella seinni skulu koma yvirum markið og søkja um leitiloyvi á føroyska landgrunninum. Nú tíðindi ganga um, at oljufeløg sum Chevron, Shell og Siccar Point um fáar mánaðir fara at taka endaliga støðu til útbyggingar av oljukeldum nær markið, er stóri spurningurin, nær tey fara at gera brúk av føroysku ”open door” loyvisskipanini.
Geo Caribbean her á Klaksvík í februar í ár. Høgni Vest var skipari tá. Mynd Eyðun HøgnesenjEnn eitt øki eystan fyri føroyska markið, har seismikkur verður skotin av norska felagnum TGS, Sí grøna økið har norðuri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald