Uttanlands

Fyrsta frálandsskipið í ár skiftir manning í Føroyum

Oljuvirksemið vestan fyri Hetland mennist og nærkast Føroyum. Reiðarí velja tí at skifta manning í Føroyum eisini.

VOS Vigilant, hjálpar- og veitingarskip, sum arbeiðir vestan fyri Hetland, kom í vikuni á Havnina fyri at skifta manning og proviantera. Myd Jan Müller/oljan.fo

VOS Vigilant, hjálpar- og veitingarskip, sum arbeiðir vestan fyri Hetland, kom í vikuni á Havnina fyri at skifta manning og proviantera. Myd Jan Müller/oljan.fo

2019-01-04 17:55 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Siglingarleiðin hjá Vos Vigilant úr Føroyum aftur til arbeiðis á Clair Ridge kelduni vestan fyri Hetland.

Nú oljuvirksemið vestan fyri Hetland nærkast Føroyum, síggja føroyskar havnir og fyritøkur fegnar, at útlendsk frálandsskip leggja leiðina henda vegin, tá hesi tørva vørur og tænastur av ymsum slag.

Stutt eftir nýggjár legði fyrsta frálandsskipið í ár til bryggju í Havn. Tað var eitt av mongu hjálpar- og veitingarskipunum hjá hálendska reiðaríinum Vroon, VOS Vigilant. Skipið, sum er til arbeiðis á nýggju framleiðslukelduni Clair Ridge miðskeiðis millum føroyska markið og Hetland, kom henda vegin fyri at skifta manning og keypa nakað av provianti.

Hóast møguleikar eisini eru at skifta manning í Lerwick, so skilst, at flogvøllurin í Vágum er meira hóskandi við sínum sera góða sambandi við útheimin. Í hesum førinum hevur reiðaríið so eisini keypt aðrar tænastur í Havnini, eitt nú bæði buss- og hýruvognaflutning umframt gistingarpláss til manningina.

Umframt at brúka føroyska havn og vørur og tænastur her, tá arbeitt verður eystan fyri markið, so hava fleiri av frálandsreiðaríunum valt at fara til Føroya einaferð um árið, tí bretsk lóggáva gevur teimum møguleika at fáa skattafyrimunir, um skipini eisini leggja inn í útlendka havn eina ferð um árið.

Fleiri føroyskar fyritøkur bjóða seg vanliga fram at taka sær av frálandsskipum, sum vitja. Hesa ferðina hevði Faroeship hesa uppgávuna.

Nú oljuvinnan á Atlantsmótinum mennist í hvørjum og virksemið nærkast Føroyum valdu nakrar føroyskar fyritøkur í fjør at leggja leiðina til oljubýin Aberdeen fyri har at vitja nøkur oljufeløg, sum arbeiða eystan fyri føroyska markið. Undir vitjanini høvdu tey høvi til at kunna oljufeløgini um mongu møguleikarnar fyri at brúka føroyskar vørur og tænastur umframt at kunna seg við framtíðar gongdina á Atlantsmótinum.

[object Object]

Eitt ynski, sum gongur út. Føroyska merkið veitrar umborð á útlendskum frálandsskipi, sum hevur valt at koma til Føroya fyri at skifta manning og keypa aðrar tænastur. Mynd Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder