Uttanlands

Fyrsta Maersk konteynaraskipið á arktiskari siglingarleið

Hetta er tó ikki ætlað sum ein framhaldandi siglingarleið í fyrstu syftu

2018-08-21 14:45 Author image
Jan Müller
placeholder

 Fyri fyrstu ferð fer danska reiðaríið Maersk Line at lata eitt av sínum konteynaraskipum, 'Venta Maersk' sigla norður um Rusland. Higartil hava tað verið tanga- og bulkskip, sum hava roynt nýggju og stytri siglingarleiðina í Arktis. Venta Maersk er seinasti nýbygningurin í sonevndu Baltic Feeder seriuni.

Endamálið við ferðini er ikki at rudda slóð fyri framhaldandi sigling á hesi leiðini her og nú, men at savna vísindalig data og royndir á hesi fyri Maersk Line ókendu siglingarleið.

Ein talsmaður fyri Maersk sigur, at reiðaríið sær ikki norðaru siglingarleiðina sum eitt alternativ til vanligu siglingarleiðirnar. Fyritøkan leggur tó til rættis nýggjar siglingarleiðir, tá kundar spyrja um hetta og eisini fyri at kanna handilsmynstur og  íbúgvaraspurningar. Hann sigur, at fyritøkan fylgir sera væl við menningini á norðaru rutuni. Í dag er bert møguligt at brúka hana í tríggjar mánaðir um árið, hvat tó kann broytast við tíðini skrivar danska blaðið Søfart. Nýggja siglingarleiðin krevur so eisini ísklassing av skipunum, hvat aftur merkir eyka íløgur.

Ferðin verður jomfrúturur hjá 200 metrar langa Venta Maersk. Sambært High North News hevur Maersk Line fingið loyvi at troyta farleiðina í ein vestan frá 1. september tilk 20. september frá russiskum myndugleikum, og fer farmurin at vera frystur fiskur. Hóast kappingarneytin hjá Maersk Line, Cosco hevur sent fleiri av sínum skipum gjøgnum arktisku siglingarleiðina, so meta keldur, at tað hesaferð bert verður talan um tann eina túrin hjá Maersk konteynaraskipi. Orsøkin er tann, at kundarnir innan konteynarafluting raðfesta tíðina heilt øðrvísi og hægri enn bulk- og tangaskip. Og uttan at hava trygd fyri hjálp frá ísbrótara, so kann ein slík sigling gerast rættiliga trupul og harvið vara nógv longri enn ætlað, skrivar Søfart.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder