Danmark hevur leingi verið umrøtt sum tað landið í heiminum, ið gongur á odda í grøna orkuskiftinum og er komið longst tá tað ræður um at seta í verk tiltøk, sum skulu minka um CO2 útlátið. Nú ynskir Danmark eisini at teljast millum tey londini, ið medvirka til at gera flogferðsluna meira grøna. Tað skal nevniliga gerast dýrari at flúgva og skal hetta skiljast sum enn eitt stig á grønu leiðini. Peningurin frá nýggju avgjøldunum skal brúkast til at gera flogferðsluna meira grøna. Fleiri onnur lond hava longu lagt avgjøld á flogseðlar, og nú fylgir Danmark so eftir.
Á tíðindafundi í morgun legði danski flutningsmálaráðharrin fram uppskot um at áleggja ferðandi við flogførum eitt grønt avgjald. Hvussu stórt hetta verður er treytað av, hvussu langt tú flýgur. Flýgur tú úr Ålborg til Keypmannahavn skal tú rinda 60 kr., fyri teinin Keypmannahavn New York skal tú rinda 200 kr. og fyri at flúgva til Bankok 390 kr.
Flogferðslan stendur í dag fyri 2-3% av samlaða CO2 útlátinum. Og hetta heldur danska stjórnin hon kann vera við til at broyta. Endamálið er, at innanríkisflúgving í Danmark skal vera heilt grøn frá 2030 men longu í 2025 skal ein ruta í Danmark vera heilt grøn.
Roknað verður við at gjøldini fara at geva 1,2 mia. kr. í 2030 og skal peningurin lutvíst brúkast til grøna orkuskiftið og til at nøkta tørvin á eldraøkinum.
Sí leinkju frá Transportministeriet:
https://www.trm.dk/nyheder/2023/nyt-udspil-viser-vejen-til-groen-luftfart
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald