2023-01-21 10:59
Tað er ikki einans í Týsklandi, at tørvurin á koli í streymframleiðsluni er vaksin, og myndugleikarnir tí hava gjørt av at lata uppaftur fleiri kolaorkuverk. Eisini í Danmark, sum telist millum heimsins leiðandi lond innan grøna orkuskiftið, hava stórir orkuframleiðarar so sum Ørsted kent seg noyddar til at brúka meira kol í síni elframleiðslu. Sambært danska blaðnum Børsen, vaks kolanýtslan hjá Ørsted við 18,3% í fjør. Í fjør brúkti Ørsted 950.000 tons av koli á orkuverkum sínum. Danska fyritøkan er annars ein av teimum fremstu til at fremja grøna orkuskiftið.
“Kríggið í Ukraina merkti, at Evropa varð rakt av eini orkukreppu, og hana hava eisini vit roynt at loysa við at økja um okkara streymframleiðslu, tá marknaðurin hevur havt tørv á hesi. Og tað er orsøkin til vøksturin í kolanýtsluni”, sigur Ole Thomsen, stjóri á orkuverkunum hjá Ørsted við Børsen.
Hann viðgongur, at hetta tíverri er beint ímóti tí grøna orskuskiftinum, sum Ørsted stendur fyri.
“Okkara endamál er at økja um varandi orkuna, men tað fer at taka longri tíð enn roknað við. Tí hava vit verið noydd til at brúka meira kol.” Ørsted hevur lagt seg eftir at brúka biotilfar í síni framleiðslu heldur enn m.a. kol, men kríggið í Ukraina hevur gjørt tað torførari at fáa fatur á tilfari til bioframleiðslu. Aftrat hesum er eftirspurningurin eftir streymi í Evropa vaksin nógv, og tað hevur aftur økt kolanýtsluna.
Ørsted roknar við at kunna brúka minni av koli í hesum árinum, nú tað verður lættari at fáa fatur á trætilfari til framleiðslu av hita og streymi. Kortini metir stjórin, at tað verður neyðugt við koli í eina tíð aftrat. Fyritøkan hevur eisini lovað myndugleikunum, at tað er tilreiðar at gera brúk av koli aftur í størri nøgdum, men bara um tað gerst neyðugt, skrivar Børsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald