Uttanlands

Heimsins størsti boripallur við kós móti leiðini eystan fyri Føroyar

Mega-pallurin Ocean GreatWhite skal bora tríggjar týðandi brunnar eystan fyri Føroyar

Mega pallurin Ocean GreatWhite ávegis í skotska havn at verða klárgjørdur til nýggjar boringar eystan fyri Føroyar

Mega pallurin Ocean GreatWhite ávegis í skotska havn at verða klárgjørdur til nýggjar boringar eystan fyri Føroyar

2019-01-07 11:53 Author image
Jan Müller
placeholder

Heimsins størsti boripallur av sínum slag (semi-submersible), Ocean GreatWhite, er nú við at enda fimm mánaðar longu ferð sína úr Asia til Norðuratlantshav, har hann  gera klárt til at bora tríggjar sera týðandi brunnar tætt við føroyska markið.

Pallurin, sum vigar 60.800 tons, fór úr Singapore seinasta heyst fyrst við kós móti Las Palmas og hiðani til Kishorn Port, sum er djúphavn við turrdokk í norðurvestara parti av Skotlandi. Her skal hann umvælast og gerast klárur til eina stóra og spennandi boriverkætlan tætt við Føroyar. Pallurin skal bora ikki færri enn tríggjar brunnar á Atlantsmótinum og eftir tað møguliga tríggjar aftrat.   Hann byrjar við at bora á Blackrock leitimiðinum bert tveir kilometrar frá føroyska markinum, síðani fer hann longur norður á Atlantsmótinum til Lyon gassleitimiðið og at enda suður aftur til sjálva Cambo kelduna.

Sum vera man eru tey í Kishorn Port sera fegin, nú hesin risin av einum boripalli nærkast. Tað var nettupp á hesum stað fyri fimti árum síðani, at fyrsti stóri oljupallurin varð gjørdur til framleiðslu í Norðsjónum.

Nú seta tey í Kishorn so aftur vónirnar til eina nýggja oljuframtíð, hesaferð frá vaksandi virksemi vestan fyri Hetland. Ocean GreatWhite skal komandi tveir mánaðirnar gerast klárur á Kishorn Yard í Wester Ross í norðurvestur Skotlandi, har tey ikki hava havt slíkar uppgávur í eitt mannaminni. Nú er havnin so nútímansgjørd til at kunna taka ímóti tí vaksandi virkseminum á Atlantsmótinum. Havnin í hesum fjarskotna partinum av Skotlandi hevur ikki verið í brúki síðani í 90-unum.

Umboð fyri havnamyndugleikarnar har siga, at nýggja avtalan við pallfyritøkuna Diamond Offshore um at hýsa boripallinum Ocean GreatWhite er sera kærkomin. Hon fer at geva lokaløkinum eitt veruligt skump frameftir. Teir brúka orðingar sum ”great step forward” og ”welcome lift to the local economy” um nýggju avtaluna.

Alasdair Ferguson, stjóri í Kishorn Port Limited hevur sjálvur verið í Singapore og har hugt eftir boripallinum. Hann vónar, at henda fyrsta uppgáva teirra í mong ár bara er byrjanin til, at oljuvinnan nú aftur fær fastatøkur í Kishorn.

Kishorn hevði stóran týdning fyri útbyggingina av oljuvinnuni í Norðsjónum øll tey fyrstu árini og eitt skifti arbeiddu har 3000 fólk m.a. varð plássið við til at byggja tá heimsins størsta oljupall, Ninian, sum vigaði 600.000 tons. Seinni hevur turrdokkin verið brúkt til onnur arbeiði eitt nú brúgvagerð og til útbúnað í sambandi við varandi orku.

Nú virksemið vestan fyri Hetland er vaksið so mikið nógv, og útlit eisini eru til nógv arbeiði í sambandi við nýggju decommissioning vinnuna, hava bæði myndugleikar og grunnar sett pengar í nútímansgerð av havnini í Kishorn. Hon fer væntandi at fáa arbeiði í sambandi við niðurtøku av gomlum pallum. Eftir øllum at døma er klárgerðigin av Ocean GreatWhite eisini eitt týðandi vegamót. At havnin her eisini hevur eina turrdokk kemur sera væl við skilst. Hon er "one of a kind" í øllum Bretlandi sigur eitt umboð fyri oljumyndugleikan OGA.

West Hercules á Skálafjørðinum

At hesin stóri pallurin skjótt kastar akkerð í eini skotskari havn man vekja ikki sørt av gomlum kenslum í Føroyum, tá mest sum allir føroyingar fyri einans fimm árum síðani høvdu eyguni eftir táverandi stóra boripallinum West Hercules, sum legði leiðina inn á Skálafjørðin at verða umvældur til framtíðar uppgávur eftir at hava borað á landgrunninum.

Nú skal ein líknandi men nógv størri pallur umvælast og gerast klárur til uppgávur í føroyska grannalagnum. Ein kundi loyvt sær at spurt, um ikki Skálafjørðurin saman við Mest og øðrum góðum fyritøkum her heima ikki høvdu megnað hesa uppgávuna eisini! Tað verður tó av ongum á hesum sinni.

Men hvør veit – nógva virksemið eystan fyri Føroyar fer fyrr ella seinni uttan iva at skapa umstøður fyri aftur at taka boripallar til Føroya at verða umvældar eisini. Nú ræður tað hjá vinnuni í Føroyum um at fylgja við gongdini eystan fyri markið og hava eyguni eftir tí virksemi, sum fer at taka seg upp komandi árini.

[object Object]

[object Object]

[object Object][object Object][object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder