Uttanlands

Lægsti oljuprísur síðani juli

Seinastu vikurnar er oljuprísurin lækkaður nógv - eitt skifti var hann niðanfyri 80 dollarar

2023-11-14 10:47 Author image
Jan Müller
placeholder
Tað eru bert fáar vikur síðani, at oljuprísurin togaði seg upp móti teimum 85 dollarum. Nú gongur so aftur hin vegin. Prísurin í løtuni er góðar 80 dollarar fyri tunnuna. Men eitt skifti herfyri var hann 79 dollarar.  

Ein høvuðsorsøkin til at oljuprísurin er lækkaður heldur enn at vaksa sum avleiðing av krígnum í Miðeystri, sigst vera tann, at roknað verður ikki við, at kríggið millum  Ísrael og Hamas fer at víðka seg til alt Miðeystur og harvið hótta oljuflutningin. 

Eitt skifti var tó vandi fyri, at kríggið skulu breiða seg til londini nærhendis Ísrael, men tað hendir neyvan sum støðan er júst nú. Stóri spurningurin er tó, um mongu mótmælini móti Israel fyri tess bumbing í Gaza kunnu fáa víðgongdar islamiskar hernðarbólkar so sum Hizbollah í Libanon at fara í kríggj móti Ísrael. Enn eru tó ikki tekin um slíka gongd. 

Minkandi eftirspurningurin úr Kina  ávirkar annars eisini oljuprísin. Seinast í november fara Opec+ londini at taka støðu til møguliga leingjan av framleiðsluavmarkingini - um hon skal halda fram í 2024 eisini. Tann avgerðin kann so eisini ávirka oljuprísin. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder