Uttanlands

Mærsk umbyggir verandi skip til at brúka metanol

Eftir at hava tikið í nýtslu fyrsta nýggja skipið við metanol sum brennievni og bílagt 24 onnur hevur Mærsk gjørt av at umbyggja eitt av verandi skipum til at brúka metanol.

2023-10-26 13:34 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað eru bert nakrar vikur síðani, at eitt av heimsins størstu reiðaríum, danska Mærsk, tók ímóti fyrsta av tilsamans 25 nýggjum skipum, sum í høvuðsheitum skulu sigla við metanoli sum brennievni heldur enn diesel.

Nú gongur Mærsk eitt stig víðari við sínum metanolætlanum, sum er eisini at umbyggja verandi skipaflota til at brúka grønt brennievni. Felagið hevur gjørt sáttmála við eina skipasmiðju í Kina um at umbyggja eitt av sínum “gomlu” skipum til at brúka metanol heldur enn diesel. Talan er um konteynaraskipið Maersk Halifax”, sum júst er vorðið umbygt í Suðurkorea eftir herviligan eldibrand fyri fimm árum síðani.  Hetta skrivar Søfart sambært Alphaliner.

Umleggingin frá diesel til metanol verður gjørd í 2024 og fer at taka tríggjar mánaðir. Tó fer skipið eisini at hava møguleika at brúka diesel tvs. talan er um eina sonevnda “dual fuel” motorloysn.

Kelda: Søfart og Alphaliner

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder