Í seinastu viku vóru umboð frá Jarðfeingi á afturvendandi oljuráðstevnuni PETEX í London og marknaðarførdu føroyska landgrunnin.
Nógv fólk vitjaðu básin hjá Jarðfeingi, har føroysku luttakararnir svaraðu spurningum og vegleiddu áhugaðum ráðstevnugestum. Ráðstevnan vardi í tríggjar dagar, og seinasta dagin var sendimaðurin í London, Áki Johansen við fylgi, og vitjaði básin.
Høvi var eisini at hoyra nakrar av mongu og áhugaverdu framløgunum, sum vórðu hildnar hesar tríggjar dagarnar.
Longu 11. desember er aftur ráðstevna í London. Hesa ferð er talan um oljuráðstevuna PROSPEX, har Heri Ziska, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, skal halda eina framløgu um føroyska økið.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2018/12/05/615x455/skarmbillede-2018-12-05-kl.-12.31.30.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald