Uttanlands

Meiriluti av partaeigarum í Faroe Petroleum vendir DNO bakið

Tað hevur ikki enn eydnast norska oljufelagnum DNO at fáa nóg stóra undirtøku frá partaeigarum í Faroe Petroleum til at kunna yvirtaka felagið

2019-01-05 18:22 Author image
Jan Müller
placeholder

Stríðið millum leiðslurnar í Faroe Petroleum og norska oljufelagnum DNO um, hvør skal eiga meirilutan í felagnum heldur fram. Nú tað í fyrstu syftu ikki eydnaðist DNO at keypa upp nóg nógv partabrøv í Faroe Petroleum til at kunna taka yvir felagið, hevur DNO nú longt freistina hjá partaeigarum at selja síni partabrøv til ‪18. januar. Um sama mundið endurtekur leiðslan í Faroe Petroleum atfinningarnar móti DNO og sigur, at norska felagið undirmetir virðið á felagnum og heitir enn einaferð á partaeigarar um ikki at selja til DNO.

Síðani DNO keypti umleið 28% av Faroe Petroleum í apríl í fjør hevur felagið roynt at fáa fatur á so mikið av partabrøvum aftrat, at tað kundi taka yvir felagið. Markið í Bretlandi er 30% og keypir tú meira enn tað, so er tú eisini pliktaður til at bjoða uppá øll partabrøvini. Tað sama er tó ikki galdandi í Norra. Felagið hevur bjóðað 152p fyri partabrævið – eitt tilboð sum leiðslan í Faroe Petroleum hevur mett at vera alt ov lágt og hevur skýrt tað fyri einki minni enn eina fíggindaliga yvirtøkuroynd av felagnum, har boðið í veruleikanum er ein undirmeting av veruliga virðinum. Ein spildurnýggj og óheft virðismeting av heimskenda goymslumetingarfelagnum “Gaffney Cline and Associates” vísir, at veruliga virðið á partabrævinum í Faroe Petroleum liggur millum 186 og 225p. Tvs. munandi hægri enn tað, sum DNO vil bjóða.

Hesum hevur DNO tó víst aftur og hevur seinastu mánaðirnar roynt at sannføra partaeigarar um, at teir gera ein góðan handil, um teir selja. Nú farið er inn í nýggja árið, og fyrsta freistin at selja fór 2. januar, vísir tað seg, at tað ikki hevur eydnast DNO at keypa upp nóg nógv partabrøv til at fáa meiriluta í felagnum. Eftir at hava keypt 28% í apríl hevur tað einans eydnast DNO at keypa upp góð 2% aftrat, so felagið móti endanum av vikuni átti góð 30%. Felagið sigur tó, at tað hevur fingið tilsøgn frá partaeigarum at kunna keypa góð 13% aftrat, so DNO tilsamans fer at kunna eiga umleið 43% av felagnum. Tó er hetta minni enn minsta mark, sum var 57,1%. Nú hevur DNO kortini keypt fleiri partabrøv aftrat, soleiðis at tað eigur meira enn 30%. Hetta merkir, sambært yvirtøkureglunum, at felagið má bjóða uppá 50% av partabrøvunum.

Tað er greitt, at málið um at keypa Faroe Petroleum fyllur nógv í bæði norskum og bretskum miðlum. Miðlar sum The Times, Financial Times, Reuters, BBC, E24, Sysla og DN.no gera nógv burtur úr.

Ein av kendu bretsku viðmerkjarunum í Bretlandi er Alistair Osborne á The Times. Hann er ikki mjúkur við norska DNO og skrivar m.a. undir yvirskriftini “Odd Tactics from DNO”, at eingin orsøk er í løtuni hjá partaeigarunum í Faroe Petroleum at selja síni partabrøv til DNO, heldur ikki fyri teir 13.1%, sum sambært DNO skulu hava góðtikið boðið.

Greinarar vísa á, at oljuprísurin er hækkaður seinastu dagarnar, og tað ger tað lættari hjá leiðsluni í Faroe Petroleum at vísa aftur prístilboðnum frá DNO uppá 152p fyri partabrævið. Og fer oljuprísurin at hækka enn meira, hann er í løtuni 57,45 dollarar, so verður tað uppaftur torførari hjá DNO at sannføra partaeigararnar í Faroe at selja. Onkur greinari heldur, at DNO hevur ráð til at rinda meira fyri partabrævið, og um tað ikki hevur eydnast at fáa nóg mikið av partabrøvum, tá freistin er úti 18. januar, kann felagið sjálvandi í síðstu løtu hækka sítt tilboð. Tað hevur leiðslan í DNO tó higartil víst aftur. Og leiðslan í Faroe Petroleum stendur rimmar føst við sítt, nevniliga, at tilboðið frá DNO er alt ov lágt.

Her greinari í The Times:

“Of course, some might prefer to take the cash now rather than risk losing the bid — and 10 million shares changed hands yesterday, representing about 2 per cent of those in issue. But DNO's bid never looked generous. For now it's worth holding out for a bump.”

Eisini norskir miðlar gera nógv burtur úr royndunum hjá DNO at keypa upp Faroe Petroleum. Hetta skrivaði E24 í yvirskrift í gjár:

“Med hell og flaks har DNO nål langt på vei slukt Faroe. DNO-aksjonærene har all mulig grunn til å glede sig over udviklingen I maktkampen om Faroe Petroleum.”

Hesa jaligu støðutakan til yvirtøkuroyndirnar hjá DNO eru langt frá allir aðrir greinarar samdir í. Tilboðið uppá 152p fyri partabrævið hevur so ikki verið nokk til at sannføra nóg nógvar partaeigarar, og fer longda freistin neyvan heldur at broyta støðuna avgerandi. Til tess má DNO uttan iva djúpt niður í lumman eftir nógv fleiri pengum fyri at fáa fatur á írestandi partabrøvunum til at fáa meirilutan í Faroe Petroleum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder