Hetta skrivar felagið á síni heimasíðu og sigur, at talan er um ein varða í felagsins søgu. Fyritøkan er millum heimsins fremstu í royndunum at framleiða streym frá sjóvarfalsorku. Royndirnar hjá Minesto fara fram bæði í Føroyum og í Wales. Fyritøkan í Asia, sum hevur gjørt av at keypa drekaverkætlanina Dragon frá Minesto, skal brúka hana í sambandi við menning av orku til havs.
Minesto samstarvar við SEV um at framleiða streym frá sjóvarfalsdrekum í Vestmannasundi og Heystfirði. Ætlanin er, at framleiðslan skal økjast sohvørt og gerast ein týðandi partur av føroyska orkukervinum í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald