Talan er um fund í Náttúrufriðingarnevndini mikudagin 25. januar kl. 13 á Fossáverkinum í Vestmanna.
Tey, sum ikki hava høvi at luttaka á fundinum, men ynskja at bera fram síni sjónarmið skrivliga, kunna senda sýslumanninum hesi, umvegis bræv ella teldupost:
Húsagøta 3
Postboks 3018
FO-100 Tórshavn
Teldupost: [email protected]
Til viðgerðar á fundinum er umsókn frá SEV um loyvi til útbygginina Mýruverkið 2, sum fevnir um at gera portalhús, byggipláss, bakkaverju fram við vatnbyrgingini og fyribils moldgoymslu í Heygadali og lúkuhús, byggipláss og grótgoymslu á Mýrunum, og byggipláss og varandi tilfarsgoymslu ella øki til lendisbetran Inni á Fjørð, og vegagerð frá Vestmannavegnum, umleið 300m omanfyri Fjarðarvegi til sunnaru síðu á vatnbyrgingini í Heygadali, og varandi tilfarsgoymslu ella øki til lendisbetran oman fyri ætlaða nýggja vegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald