Nýggjastu metingarnar hjá bretsku oljumyndugleikunum, OGA, vísa nú, at nokk er til av olju og gassi í bretsku undirgrundini til meira enn 20 ára framleiðslu. Samlaðu goymslurnar í undirgrundini eru millum 10 og 20 mia. tunnur. Ein stórur partur av hesum goymslunum er at finna í føroyska grannalagnum tvs. á Atlantsmótinum, har oljufeløg í løtuni gera stórar íløgur í bæði leiting og framleiðslu.
Stjórin í OGA, Gunther Newcombe, sigur í tíðindaskrivi, at arbeiðið hjá OGA (Oil and Gas Authority), hevur stóran týdning fyri oljufeløgini, sum skulu finna og troyta stóru olju- og gassgoymslurnar í undirgrundini. OGA vil fegið vera við til at stuðla oljufeløgini í teirra týðandi arbeiði. Neyðugt verður at gera íløgur í bæði leiting og útbygging av undirstøðukervinum. Neyðugt er at brúka mest nútímans tøknina eitt nú á djúpum vatni og at eggja oljufeløgini til at samstarva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald