Uttanlands

Norðurlendskt orkusamstarv tryggjar veitingartrygdina

Norðurlendsku orkuráðharrarnir hittust í Reykjavík fyri at umrøða aktuellar orkuavbjóðingar og loysnirNorðurlendsku orkuráðharrarnir hittust í Reykjavík fyri at umrøða aktuellar orkuavbjóðingar og loysnir 

Orkuráðharrar úr Norðurlondum og embætisfólk. Uttan til høgru Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni

Orkuráðharrar úr Norðurlondum og embætisfólk. Uttan til høgru Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni

2023-10-25 15:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Í farnu viku skipaði Ísland, sum vertur fyri formansskapin í Norðurlanda Ráðharraráðnum, fyri orkufundi í Reykjavík, har flestu av orkuráðharrunum í Norðurlondum luttóku.

[object Object]

Á fundinum komu ráðharrarnir við eini frágreiðing á orkuøkinum, sum skal styrkja um norðurlendska samstarvið og medvirka til “Vision 2030” hjá Norðurlanda Ráðharraráðnum og málsetninginum um at gerast heimsins mest samantvinnaða og burðardygga øki. Ráðharrarnir standa saman um málið at halda fram við tøttum norðurlendskum orkusamarbeiði. Í niðurstøðan í frágreiðingini verður m.a. sagt:

“Ein skiftandi heimsmynd í tíðum við kreppum og veðurlagsbroytingum hevur varpað nýtt ljós yvir orkutrygdina og tess týdning fyri Norðurlond. Ein av teimum størstu avbjóðingunum, sum Ísland og Norðurlond annars standa til at greiða, er at tryggja eina nøktandi veiting av grønari og varandi orku til rímuligar prísir fyri bæði húsarhald og fyritøkur í landinum.

Í samstarvi við hini Norðurlondinum fer Ísland at stríðast fyri hesi avbjóðing komandi árini. Fyritreytin fyri, at Norðurlond kunnu røkka sínum stóru veðurlagsmálum og málinum um grøna orkuskiftið er ein størri streymframleiðsla.

Við framhaldandi samstarvi eru Norðurlond før fyri at ganga á odda innan nýggja orkutøkni og innovatión á orku- og veðurlagsøkinum. Norðurlond hava eitt sera stórt tilfeingi har tey kunnu økja um streymframleiðsuna gjøgnum vindorku, CO2-goymslu og elektriskt brennievni", sigur Guðlaugur Þór Þórðarson, ráðharri fyri umhvørvi, orku og verðurlagi.

[object Object]

Trygg orkuveiting

Orsøkin til frágreiðingina er aktuella støðan, sum Norðurlond eru komin í. Trygdarpolitiska støðan í Norðurlondum hevur skapt avbjóðingar fyri orkuveitingina. Saman hava londini megnað væl at handfara kreppuna. Tó hava høgu orkuprísirnir seinastu vetrarnar fyri bæði fyritøkur og borgarar gjørt greitt týdningin, at Norðurlond ikki skulu vera heft at fossilari orku frá statum, sum man ikki kann lýta á.

Eisini veðurlagskreppan fyllur nógv og vísir seg m.a. við herviligum veðri í Norðurlondum. Eisini ger óvanliga nógv regn og stormur fyri norðan og turkur fyri sunnan seg galdandi.

[object Object]

Miðvíst grønt orkuskifti

Til tess at kunna megna avbjóðingarnar og vísa á úrslit í sambandi við at gerast heimsins mest samantvinnaða  og burðardygga øki, ynskja ráðharrarnir at styrkja samstaarvið om veitingartrygdina umframt at víðka um og samskipa varandi orkukeldur so sum sól, vind, vatn við geotermi, biomassa og aðra ætlaða elframleiðslu.

Orkuráðharranir leggja her stóran dent á tað tilfeingi, sum liggur í havvindi bæði í Norðurhøvum, Norðsjónum, Eystrasalti og Barentshavinum.

[object Object]

Vetni og onnur nýggj tøkni hava alstóran týdning

Ikki øll orkunýtsla kann elektrifiserast. Tí ynksja orkuráðharrarnir somuleiðis at víðka um arbeiðið við nýggjari tøkni innan hydrogen, ammoniak og elektrobrennievnum.

-Saman hava vit ta krittisku granskingina, sum skal til fyri at Norðurlond kunnu gerast millum tey leiðandi í menningini av nýggjari tøkni stendur at lesa í frágreiðingini frá norðurlendsku orkuráðharrunum eftir fundin í Reykjavík í farnu viku.

Keldur: Norðurlendska Ráðharraráðið og Nordisk Energiforskning



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder