Jan Müller, ONS Stavanger
Tað kom heldur óvart á mong, tá tað varð kunngjørt á altjóða oljumessuni í Stavanger, at Norra nú fær nýggjan oljuráðharra. Tað er Kjell-Børge Freiberg, sum tekur við eftir partamannin úr Framburðsflokkinum, Terje Søviknes. Hann ynskir at gerast meira virkin í lokalpolitikki.
Nýggi oljuráðharrin hevur eina fortíð frá Olju- og orkumálaráðnum, so hann kennir til vinnuna. Hann varð valdur í Stórtingið í 2017.
Norskir miðlar býta merki í, at nýggi oljumálaráðharrin er heitur talsmaður fyri at fara undir olju- og gassleiting í teimum trimum økjunum í Norra, Lofoten, Vesterålen og Senja, øki, sum ein meiriluti í Stórtinginum mælir frá at gera til part av olju- og gassleitingini. Nýggi oljuráðharrin kemur frá eini fortíð sum kommununalpolitikari í Hadsel kommunu, har hann eitt skifti var borgarstjóri.
Eingin ivi er um, at tey mongu, sum antin eru fyri ella ímóti oljuleiting í sonevnda LoVeSe-økinum, fara at fylgja væl við, um nýggi oljumálaráðharrin fer at ávirka gongdina í oljuvinnuni, soleiðis at latið verður upp fyri oljuleiting rundan um Lofoten og hini økini har. Mett verður at stórar olju- og gassgoymslur liggja í undirgrundini har, men hetta eru eisini týðandi fiskivinnuøki og eru tey kend fyri sína sera vøkru náttúru, so mótstøðan við m.a. umhvørvisfelagsskapum á odda, fer at vera framhaldandi stór. Nýggi oljuráðharrin tekur annars við sum oddamaður fyri eini av heimsins mest framkomnu vinnum og sum hevur gjørt Norra til heimsins ríkastu tjóð. Hann tekur eisini við í eini tíð, har olju- og gassvinnan eru við at koma fyri seg aftur, eftir eina niðurgangstíð í kjalarvørrinum á prísskædlinum í 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald