Uttanlands

Norra roknar við methøgum skattainntøkum frá olju og gassi 

Hetta kemur m.a. í kjalarvørrinum á tí nógva og økta virkseminum eitt nú í sambandi við vaksandi orkutørvin í Evropa

2023-01-26 16:09 Author image
Jan Müller
placeholder
Norski staturin kann rokna við at fáa 884 mia. kr. í skattainntøkum frá olju- og gassframleiðsluni í 2022. Hetta er nærum ein trýfaldan av skattainntøkunum í 2021, tá hesar settu met við 295 mia. kr. Hetta skrivar norski skattamyndugleikin í einum tíðindaskrivi. 

Skattainntøkurnar frá oljufeløgunum hava ongantíð verið nær námind so høgar sum nú. Orsøkin til stóra vøksturin stavar í fyrsta lagi frá methøgu gassprísunum í 2022. Eisini ein veik norsk króna er partur av orsøkini. Peningurin fer í norska oljugrunnin, sum síðani rindar eina ávísa upphædd, ið verður partur av fíggjarlógini. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder