Uttanlands

Norska stjórin vil skapa grundarlag fyri oljuævintýri í Barentshavinum

Hevur sett 50 mió. kr. av til kortlegging av undirgrund nærhendis markið til Ruslands í norðara parti av Barentshavinum.

2018-10-10 17:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska stjórnin hevur ætlanir um at skunda undir oljuleiting í Barentshavinum skriva norskir miðlar. Vónirnar til at finna olju og gass í Barentshavinum eru gamlar, og nú vísa kanningar av ymsum slag, at møguleikar eru fyri at finna stórar nøgdir av bæði olju og gassi.  Norska stjórin fer nú at seta pengar av til nýggjar kanningar, sum skulu betra um grundarlagið hjá oljufeløgunum at leita eftir kolvetnum í hesu risastóra økinum.

"Kunnleiki er avgerandi fyri bæði at umsita tilfeingi rætt og fyri at taka sær av nationalum búskaparligum áhugamálum. Tí er týdningarmikið at halda fram við kortleggingini av olju og gassi í Barentshavinum sum heild,” sigur norski olju- og orkumálaráðharrin, Kjell-Børge Freiberg í einum tíðindaskrivi.

Í hesum sambandi hevur stjórnin avgjørt at seta av 50 mió. kr. til eina kortlegging av norðara partinum av Barentshavinum skrivar Sysla.no.

Kortleggingin inniber innsavnan av seismiskum data, sum gevur upplýsingar um jarðfrøðina í Barentshavinum. Hon skal serliga geva meira vitan um økið nær markinum til Rusland, tí har kunnu vera stórar nøgdir av olju og gassi, sum ganga tvørtur um mark.

Um eitt øki ikki er latið upp fyri oljuleiting av tí norska Stórtinginum, so eru tað einans norskir myndugleikar, sum kunnu kortleggja økini við eini kanning, skrivar Stavanger Aftenblad.

Tað er av stórum týdning fyri norskar oljufyritøkur, at man kann finna nýggj øki at leita á, og har olja og gass kann takast upp úr undirgrundini.

Móti endanum av 2017 segði leiðslan í táverandi Statoil, at felagið fór í 2018 at økja um leitibudgettið og brúka 1,5 mia. dollarar at leita eftir nýggjum oljukeldum. Árið frammanundan var leitibudgettið uppá 1,06 mia. dollarar. Ætlanin fyri 2018 var at bora á 30 økjum, harav 25 í Norra.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder