Síðani á nýggjárinum er virðið á Oljugrunninum vaksið við einum fjórðingi. Tað váttar leiðslan í grunninum fyri norska E24 netmiðlinum í gjárkvøldið. Virðið við ársskiftið var 12.429 mia. kr. Í hesum árinum er virðið hækkað fyrst til 13.000 mia., síðani til 14.000 mia. og loksins til omanfyri 15.000 mia. kr.
Virðið er nógv ávirkað av støðuni á partafelags- og gjaldoyramarknaðunum. Og teir kunnu broytast frá degi til dags. Virðið á grunninum varð serstakliga høgt fyrra hálvár men lækkaði í triðja ársfjórðingi. Orsøkin til vøksturin er ein veikari króna og betri úrslit á gjaldoyramarknaðinum.
Útlitini hjá grunninum eru tó ivasom, nú stjórnin hevur økt munandi um nýtsluna av pengum úr grunninum eitt nú í sambandi við fíggjarlógina fyri 2024. Stjórnin ger tó greitt, at tað verður ikki rúm fyri at økja um nýtsluna av oljupengunum úr grunninum komandi árini.
Leiðslan fyri grunnin hevur fleiri ferðir ávarað um, at virðið á grunninum kann minka við 40%, um so er at heimsbúskapurin fær stórar trupulleikar at dragast við. Skuldi tað hent kann virðið á grunninum skjótt minka til 10.000 mia. kr. aftur. Tá hevði stjórnin verið avmarkað til at brúka 280 mia. kr. úr grunninum.
Nicolai Tanger, stjóri í Oljugrunninum hevur alla orsøk til at fegnast um støðuna.
Norski oljugrunnurin hevur alstóran týdning fyri raksturin av norska vælferðarsamfelagnum. Ásett er at staturin kann í mesta lagi brúka 3% av virðinum av grunninum um árið. Fyri 2024 er talan um at brúka umleið 410 mia. kr. úr grunninum á norsku fíggjarlógini.
Hetta var myndin fyri fimm árum síðani. Síðani 2018 er virðið av grunninum økt við 7000 mia. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald