Uttanlands

Norski forsætisráðharrin ynskir ikki endaætlan fyri olju

Jonas Gahr Støre vísir aftur uppskoti frá serfrøðingabólki hjá stjórnini um at gera eina ætlan fyri endan á oljuvirksemi. Hann ætlar tó at liva upp til veðurlagsmálini. -Vit fara ikki at steðga menningini á landgrunninum sigur hann.

2023-11-07 12:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Forsætisráðharrin sigur, at Norra leggur seg mest eftir at leita eftir olju og gass rundan um verandi olju- og gassleiðir. 

Hann vísir á greiningar hjá IEA, altjóða orkustovninum, sum vísa,  at tað framvegis verður neyðugt at gera íløgur í nøkur olju- og gassfelt. 

Forsætisráðharrin er sera ivasamur, um tað er rætt at gera eina ætlan fyri olju- og gassvinnuna í 2023, sum skal fylgjast upp heilt fram til 2050. Tí skulu vit vera eitt sindur varin við at binda okkum til eina ætlan, sum vit grundgeva fyri í dag. 

Veðurlagsnevndin, sum undanfarna stjórnin setti, kom herfyri við eini frágreiðing, har hon mælir til at skipa eina strategi fyri endastøðuna viðvíkjandi norskum fossilum virksemi, sum skal leggjast fyri Stórtingið skjótast. Um somu tíð hevur Norra sett sær sum mál at skerja útlátið við millum 90 og 95% í 2050. Í dag stendur oljuvinnan fyri einum fjórðingi av norska útlátinum. Norski forsætisráðharrin sigur, at tað skal vera eftirspurningurin, sum ger av, nær oljuframleiðslan skal minka.

Á  “Zeroráðstevnu” í Oslo nú um dagarnar varð funnist at Støre fyri ikki at vilja hava eina ætlan at halda seg til, hvussu Norra skal røkka sínum veðurlagsmálum.

Forkvinnan í Zero, Sigrun Gjerløw Aasland sigur við E24, at forsætisráðharrin átti at gjørt greitt, at stjórnin ikki leggur fram fleiri nýggjar oljuskattapakkar, sum skulu gera tað lættari hjá oljufeløgunum at fara undir leiting. Eisini heldur hon, at Støre átti at lurta eftir Veðurlagsnevndini, tá hon sigur, at tørvur er á einum steðgi í leitingini, meðan ein heildarætlan fyri endan á oljuni verður løgd til rættis. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder