Uttanlands

Norsku oljuíløgurnar økjast munandi í ár

Avgerandi at myndugleikarnir ikki broyta verandi karmar fyri oljuvirkseminum sigur stjórin í Norsk Olje og Gass

2019-01-08 18:21 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljuíløgurnar í norska oljuvinnu økjast munandi til 184,5 mia. kr. í 2019. Talan er um eina øking á øllum økjum frá útbyggingum av oljufeltum, rørleiðingsflutningi, landvirksemi, leiting og gransking av ymsum slag. Íløgur í oljuvirksemi fer at økjast komandi árini, men tað krevur, at karmarnir vinnan arbeiðir undir, ikki versna, sigur Karl Eirik Schjøll-Pedersen, stjóri í Norsk Olje og Gass.

”Hetta eru sera góð tíðindi fyri allar norðmenn. Meira enn 170.000 arbeiðspláss eru tengd at oljuni, og staturin fer í 2019 at forvinna 286 mia. kr. uppá olju og gass,” sigur Schjøtt-Pedersen.

Hann ger púra greitt, at nógvar av íløgunum standa enn bara á pappírinum, endalig støða er ikki tikin til tær allar. Um so er, at ógreiða fer at verða í karmunum hjá vinnuni, so er vandi fyri, at partar av íløgunum verða avlýstir ella útsettir. Tá kunnu vit rokna við, at íløgurnar fara at minka munandi, og tað fer at fáa avleiðing fyri tíggjutúsundtals arbeiðspláss og fyri inntøkurnar hjá statinum, sigur Scjøtt-Pedersen, sum við hesum sipar til, at stjórnin má ikki nú fara út og  gera stórar broytingar í kørmunum, sum vinnan virkar undir.

Hann vísir á, at oljufeløgini rinda heili 78% í skatti. Orsøkin til at norski landgrunnurin kortini er kappingarførur, er, at felgini vita, at tey kunnu lýta á, at karmarnir eru stabilir. Um so er at myndugleikarnir gera broytingar á hesum øki, kann tað fáa stórar avleiðingar.


Schjøtt-Pedersen hevur eisini eina greiða ávaring til sína egnu vinnu.

-”Takkað verið eitt gott arbeiði frá eini samlaðari vinnu, er tað eydnast okkum at lækka kostnaðirnar og økja um kappingarførið, tað ger, at mangar verkætlanir, sum fyrr ikki vóru lønandi, nú eru tað. Tað ávirkar tann rætta vegin og hevur bjartskygni við sær í allari vinnuni, men tann jaliga gongdin kann bara vara so leingi sum vit varðveita fokus á kostnaðirnar,” sigur Schjøtt-Pedersen.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder