Uttanlands

Nýggj kanning: Faroe Petroleum vert upp til eina mia. dollarar

Kanning, sum sjálvstøðug greinarafyritøka hevur gjørt av Faroe Petroleum, vísir, at felagið er nógv meira vert enn higartil mett

Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum mælir partaeigarum frá at selja til norska DNO

Graham Stewart, stjóri í Faroe Petroleum mælir partaeigarum frá at selja til norska DNO

2019-01-02 22:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein spildurnýggj kanning, sum Faroe Petroleum hevur latið fyritøku í Bretlandi gera av virðinum á felagnum, vísir, at oljufelagið er nógv meira vert enn boðið, sum norska oljufelagið DNO hevur latið. Sambært kanningini, sum fyritøkan Gaffney, Cline & Associates (GCA), hevur staðið fyri, hevur Faroe Petroleum við verandi oljuprísum eitt virði, sum liggur millum 879 mió. dollarar og 1,07 mia. Hetta gevur millum 186-225p fyri partabrævið, sum er væl omanfyri tað, sum DNO hevur boðið, nevniliga 152p. Í hesi kanning er heldur ikki íroknað komandi ”swap” avtalan millum Faroe Petroleum og Equinor, sum sambært eygleiðarum fer at vaksa um virðið á Faroe Petroleum uppaftur meira.

Greinarar, sum hava sæð seinastu kanningina, siga, at partaeigarar í Faroe Petreoleum eiga at hugsa seg væl um, áðrenn teir gera av at selja síni partabrøv. DNO hevur tó alla tíðina gjørt greitt, at tilboðið tað hevur lagt fyri partaeigararnar stendur mát við virðið av felagnum. Felagið sigur, at partaeigarar við at taka av tilboðnum gera ein góðan handil.

Hesum hava bæði stjóri og nevndarformaður í Faroe Petroleum víst aftur so seint sum í dag. DNO keypti í apríl 28% av Faroe Petroleum og hevur eftirfylgjandi keypt umleið 2% aftrat. Herfyri heitti felagið gjøgnum Betri Banka á føroyska partaeigarar um at selja síni partabrøv. Í morgin fellur hamarin fyri hesum fyrsta tilboðnum frá DNO. Felagið hevur tó møguleika at longja tilboðstíðina.

Við úrslitinum av nýggjastu kanningini av virðisgrundarlagnum av felagnum heitir leiðslan í Faroe Petroleum tó framhaldandi á partaeigararnar um ikki at selja til tann ásetta prísin. Hon metir, at ongirnar hjá Faroe Petroleum eru upp til 48% meira verdar enn tilboðið frá DNO.

Í morgin fáa vit so at vita, um tað hevur eydnast DNO at sannføra einstakar partaeigarar um at selja partabrøv til felagið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder