Uttanlands

Olja og veðurlagsmál hond í hond

Nýggi norski olju- og orkumálaráðharrin heldur ikki, at nakar mótsetningur er millum fossila orku og stríðnum fyri veðurlagnum

Herfyri kunngjørdi Equinor eina framtíðar ætlan at veita streym til oljuframleiðsluna á norska landgrunninum frá havvindmylnulundum

Herfyri kunngjørdi Equinor eina framtíðar ætlan at veita streym til oljuframleiðsluna á norska landgrunninum frá havvindmylnulundum

2018-09-11 13:49 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað sigur Kjell-Børge Freiberg í samrøðu við norska miðilin Sysla.no, og hansara vón er, at Noreg kann hava ein høvuðsleiklut í hesi tilgongdini. Norski ráðharrin dylur ikki fyri, at hann er heitur talsmaður fyri norskari oljuframleiðslu, sum hann vónar fer at framleiða so nógv tilber.

”Heimurin skal tí í mong ár brúka lønandi, reina og trygt framleidda norska olju um somu tíð, sum veðurlagsmálini verða rokkin. Tað fer at gagna Noregi, tað fer at gagna heiminum, og tað er gott fyri Norra og heimin,” sigur Kjell-Børge Freiberg við Sysla. Hann leggur eisini dent á, at norski staturin hevur onga ætlan um at minka um sín ognarpart í Equinor upá 67%.

Nýggi olju- og orkumálaráðharrin metir oljuvinnuna vera mest týðandi og størstu vinnuna við alstórum týdningi fyri lokalsamfeløgini í øllum landinum. Hann vísir á, at Norra má finna nýggjar oljuleiðir soleiðis, at tey 170.000 arbeiðsplássini kunnu varðveitast.

”Tíbetur er virksemið stórt á norska landgrunninum nú, og eg eri sannførdur um, at framtíðin sær ljós út. Tað hevur stóran týdning fyri mong, at oljufeløgini fáa nýggj øki at leita í. Um tey ikki fáa tað, koma heldur ongar nýggjar verkætlanir í framtíðini.”

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder