Tað fekk øði í umhvørvisbólkar í USA, tá amerikanski forsetin Joe Biden herfyri lat amerikanska orkuristanum ConocoPhillips loyvi til at fara undir umfevnandi olju- og gassvirksemi í Alaska, sum skuldi varðveita og menna Alaska sum ein tann mest týðandi amerikanska olju- og gassstatin. Biden tók avgerðina eftir stórt trýst frá stórum meiriluta av íbúgvum í statinum, nú olja og gass er høvuðsgrundarlagið undir tess búskapi.
Nú ljóðar, at Biden við nýggju avgerðini at steðga leitiloyvum í náttúruviðkvomum økjum frá Trumptíðini roynir at gera gott aftur í sambandi við grøna orkuskiftið.
Hetta eru annars øki, sum verða mett at goyma nógva olju og gass skrivar World Oil. Oljuvinnan í USA heldur averðina hjá Biden verða í andsøgn við hansara egnu úttalilsi um, at oljufeløgini eiga at skunda undir framleiðsluna.
Avgerðin hjá myndugleikunum fer tó ikki at ávirka onnur loyvi, sum longu eru latin eitt nú risastóru Willowverkætlanina hjá ConocoPhillips.
Tó verður mett, at avgerðin fer at verða illa móttikin av leiðarum í oljuvinnuni og teirra stuðlum á Capitol Hill, sum halda, at stjórnin ber seg órættvíst at við at steðga orkumenningini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald