Uttanlands

Oljuprísurin kavaði

Seinastu seks vikurnar er oljuprísurin lækkaður við umleið 20 dollarum. Botnurin er rokkin halda eygleiðarar. Opec fer at lækka framleiðsluna fyri at prísurin kann hækka aftur

Opec fer á fundi 6. desember helst at taka avgerð um at lækka oljuframleiðsluna munandi, soleiðis at oljuprísurin aftur hækkar

Opec fer á fundi 6. desember helst at taka avgerð um at lækka oljuframleiðsluna munandi, soleiðis at oljuprísurin aftur hækkar

2018-11-14 19:03 Author image
Jan Müller
placeholder

 

Oljuprísurin lækkar 12. dagin á rað , hesaferð við 4,1 dollarum úr 68,40 dollarum til 64,8 dollarar fyri tunnuna, sum er ein minking uppá 6%. Prísfallið er tað størsta ein einstakan dag síðani 11. juli, tá Norðsjóvaroljan lækkaði við 4,75 dollarum.

Fyrr í dag hækkaði hann tó eitt vet fyrst til góðar 66 dollarar og síðani til góðar 67 dollarar, eftir at Opec lond kunngjørdu, at tað er teirra ætlan, at framleiðslan skal lækka við góðari mió. tunnum í desember. Fyrr hevur Saudiarabia sagt frá, at tað fór at lækka framleiðsluna við 500.000 tunnum um dagin frá desember.

Opec fer longu á fundi í desember at taka endaliga avgerð um lækkingina, tó at amerikanski forsetin hevur heitt á tey um ikki at lækka framleiðsluna. Eftir øllum at døma hava úttalilsi frá amerikanska forsetanum í seinastuni fingið oljuprísin at kava. Fyri ikki so langari tíð síðani var hann langt upp í 80-unum. 3. oktober var oljuprísurin 86,71dollarar. Seinastu seks vikurnar er hann so fallin við umleið 20 dollarum.

Oljueygleiðarar halda annars ikki, at verandi oljuprísur fer at halda sær. Teir meta, at hann fer at hækka aftur skjótt. Orsøkirnar eru fleiri. Ein teirra er, at Iran fer at hava ilt við at varðveita sína núverandi framleiðslu, hóast USA hevur givið fleiri londum undantøk fyri at keypa úr Iran. Eisini hevur USA sagt, at undantøkini eru tíðaravmarkað, men eisini her ræður óvissan. Venezuela hevur eisini stórar trupulleikar við búskapinum, og støðan í Libya er ótrygg. Hóast trýst frá Trump forseta, so halda eygleiðarar ikki, at Saudiarabi fer at hyggja at, meðan oljuprísurin nærkast 60 dollarum fyri tunnuna. Landið hevur budgeterað við einum væl hægri prísi og ynskir, at hann skal koma upp á aftur 85 dollarar.

Donald Trump vil hava ein oljuprís uppá 60 dollarar tunnuna, Saudiarabia vil hava hann at vera 85 dollarar. Tey fara nokk at møtast onkunstaðni kring 70 dollarar heldur norski eygleiðarin Schieldrop. Hann heldur tað ikki vera nakran trupulleika hjá Saudiarabia at skerja sína framleiðslu, sum hevur verið methøg við 10,68 mió. tunnum um dagin. So nú er bara at bíða eftir, hvat hendir á Opec fundinum í Wien 6. desember leggur hann aftrat.

Eygleiðarar halda, at oljuprísurin fer neyvan at lækka nógv meira. Tað fer heldur at ganga hin vegin aftur, nú Opec við Saudiarabi á odda fer at lækka framleiðsluna munandi. Kendi eygleiðarin Matt Badiali frá Banyan Hill Research sigur, at amerikanski forsetin er orsøkin til ruðulleikan á marknaðinum. Fyrst hótti hann við einum fullkomnum banni móti Iran við tí úrsliti, at oljuprísurin tyktist fara upp í loft, fyri síðani at draga í land og loyva nógvum undantøkum. Hann heldur at botnurin er náddur. Tekin eru til búskaparvøkstur í heiminum, og tí er einki hald í óttanum fyri, at útboðið verður ov stórt.

Eisini stjórin í BP, Bob Dudley ger viðmerkingar til prísgongdina í CNN og sigur, at Trump forseti roynir at skapa ótryggleika við fyrst at hótta við fullkomnari boykott av Iran fyri síðani at slaka munandi. BP hevur annars kalkulerað við einum prísi uppá 55 dollarar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder