Oljuprísurin heldur fram at fella. Í morgun var hann góðar 74 dollarar og er tað tann lægsti í tvey ár. Orsøkirnar til lækkingina eru tekin um økt útboð og eisini óttin fyri minkandi eftirspurning vegna lakari útlitum til búskaparvøkstur. Tað eru bert fáar vikur síðani, at prísurin nærkaðist 90 dollarum fyri tunnuna.
Vit síggja eisini, at oljugoymslurnar eru við at fyllast, og um henda gongdin fer at halda á, so verður mett, at trýstið á oljuprísin fer at halda fram. Enn ein orsøk til lækkandi prísin á olju á heimsmarknaðinum kemur frá eini øking av framleiðsluni í Opec. Hon verður í eini Reuters kanning mett at vera tann hægsta síðani 2016. Tað eru serliga lond sum Libya og Sameindu Emiratini, sum standa fyri øktu framleiðsluni, sum tá eisini varðveitir framleiðslustøðið, hóast minni og minni iranskari olju kemur á marknaðin vegna amerikonsku sanktiónirnar. Ein orsøk til lækkandi oljuprísin er minkandi búskaparvøksturin í heiminum orsakað av handilskrígnum millum USA og Kina.
Sunnudagin verður amerikanska boykottið av Iran fullkomið. Tað hevur til endamál at steðga øllum iranskum oljuútflutningi. Tað verður ikki mett í løtuni, at boykottið av iranskari olju fer at trýsta prísin uppaftur. Nú hevur USA eisini spælt út, at tað fer ikki at revsa øll lond, sum halda fram við sínum samstarvi við Iran, tí nøkur av teimum sameindu hjá USA hava brúk fyri iranskari olju í eini tíð aftrat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald