Oljuframleiðslu- og goymsluskipið, sum skal standa fyri fyrstu framleiðsluni á Lancaster oljukelduni, er nú ávegis til leiðirnar vestan fyri Hetland. Skipið er vorðið umvælt og nútímansgjørt í Dubai, og á veg til leiðirnar eystan fyri Føroyar, hevur tað lagt inn í spanskari havn fyri at fáa ymsar umvælingar gjørdar og hevur síðani sett kósina móti Hálandi, sum er seinasta staðið tað vitjar, áðrenn farið verður til oljuleiðirnar eystan fyri Føroyar.
Skipið Aoka Mizu hevur áður verið brúkt av oljufelagnum Atlantic Petroleum á tess oljukeldum í Norðsjónum. Nú hevur tað so fingið áhugaverdu uppgávuna at standa fyri fyrstu framleiðsluni á spildurnýggju oljuleiðini Lancaster, sum liggur miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Ætlanin er at fara undir fyrstu framleiðsluna tíðliga í næsta ár.
Øll oljufeløg og myndugleikar fylgja væl við hesi verkætlanini, tí hon brýtur upp úr nýggjum. Hon fer eftir einum nýggjum oljuumhvørvi, nevniliga oljugoymslum í sjálvum grundfjallinum, nevnt ”Fractured basement”. Hetta er ikki roynt um okkara leiðir áður, og um henda royndin eydnast, so kann hon fáa stóran týdning fyri oljuframleiðslu á Atlantsmótinun komandi árini, eisini í føroyskum øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald