Uttanlands

Opec og Rusland møguliga samd um at lækka oljuframleiðslu

Sambært Financial Times eru Opec og Rusland um at gera eina avtalu um at lækka oljuframleiðsluna, nakað, sum amerikanski forsetin Donald Trump er alt annað enn fegin um

Saudiarabiski oljuráðharrin hevur eina torføra uppgávu á Opec fundinum í dag at sannføra hini Opeclondini og Rusland um at lækka oljuframleiðsluna munandi.

Saudiarabiski oljuráðharrin hevur eina torføra uppgávu á Opec fundinum í dag at sannføra hini Opeclondini og Rusland um at lækka oljuframleiðsluna munandi.

2018-12-06 13:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Fundur verður í dag í Wien, har Opec londini fara at umrøða spurningin um lækking av framleiðsluni – saman við Ruslandi. Trump hevur undan fundinum sent ú tein nýggjan Tweet, har hann ger greitt, at heimurin hevur ikki tørv á hægri oljuprísum.

Seinastu tíðindini úr Wien vilja vera við, at Opec er tilreiðar at lækka framleiðsluna við 1 mió. tunnum. Hetta er tó ikki nóg mikið fyri at venda prísgongdini meta eygleiðarar. Fyri at kunna steðga prísniðurgongdini og helst fáa prísin nakað uppaftur, so er neyðugt við eini lækking uppá 1,5 mió. tunnur. Tí hava Opec londini sett sítt álit á, at Rusland skal lækka sína framleiðslu við umleið hálvari mió. tunnum um dagin. Russar hava tó ikki givið sítt endaliga boð uppá hetta ynskið frá Saudi Arabia og hinum Opeclondunum.

Oljuprísurin er seinastu tveir mánaðirnar lækkaður við meira enn 30% og hetta hevur stóra ávirkan á heimsins størsta oljuframleiðara Saudiarabia, sum ynskir at steðga prísniðurgongdini, sum tess búskapur ikki tolir verður mett.

Metingar siga annars, at oljuframleiðslan í dag er vorðin hægri enn eftirspurningurin. Eitt nú setir amerikanska skifurframleiðslan met nærum hvørja viku. Hartil kemur at oljuframleiðslan hjá Opec og Ruslandi hevur ikki verið so høg síðani 2016. Alt hetta er við til at ávirka oljuprísin niðureftir. Hann er í løtuni um 60 dollarar fyri tunnuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder