Grøna skiftið átti at verið lættari fyri mentanarstovnar. Í hesum sambandi skipar Norðurlandahúsið í Føroyum í dag fyri ráðstevnu fyri áhugaðum, har arbeiðið við at gera eitt grønt vegakort til burðardyggar mentanarupplivingar í Norðurlondum varð lagt fram, umrøtt og ment.
List- og mentanargeiranum í Norðurlondum vantar stuðulsskipanir, leiðreglur og amboð til eitt skynsamt skifti til eina grønari mentanaruppliving. Vegakortið eyðmerkir og tekur burtur forðingarnar fyri neyðugum átøkum, tað eggjar til broyting, mennir nýggjar mannagongdir og hjálpir við at flyta vitan í verk. Ráðstevnan bjóðar innlit og vitanardeiling um burðardygga mentan.
Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum beyð vælkomin og setti ráðstevnuna í morgun. Fyrrapartin hava verið fyrilestrar við luttakarum úr Norðurlondum og hava teir verið stroymdir. Millum fyrilestrarhaldararnar var Inger Smærum Sørensen frá Norðurlandahúsinum. Heitið á hennara fyrilestri var “Culture as part of Sustainable Living. Seinnapartin er bólkaarbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald