Í døgunum frá 23. til 24. mai verður ráðstevna í París undir heitinum: "Veðurlagsbroytingar til skúla og samfelag".
Hvussu styrkja vit okkara innlit í veðurlagsbroytingar og arktisk vísindi, so undirvísing og miðlan vekir tilvitan hjá skúlanæmingum?
Kom og hoyr úrslitini frá EduArctic-verkætlanini, har vísindafólk, embætisfólk, fólkaskúla- og miðnámslærarar úr øllum Evropa greiða frá: Hvussu kunnu vísindaumhvørvi og skúlaverk vera við til at kveikja hvørt annað stendur í grein á heimasíðuni hjá Jarðfeingi.
Framløgur eru úr Føroyum og øðrum londum í Evropa:
Yngva S. Lamhauge og Niklas F. Joensen, næmingur og lærari úr Eysturskúlanum greiða frá hennara innovativu app, sum er eitt spæl til ung um arktis
Lis Mortensen, Jarðfeingi, greiðir frá kapping og arktiskari kanningarferð í Føroyum
Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel, greiðir frá týdningi av arktiskari vísindi
Terry V. Callaghan, professari (partur av liðnum, sum fekk Nobel friðarheiðurslønina í 2007), greiðir nærri frá veðurlagsbroytingunum í Arktis í røðuni: “Preparing for a New Arctic in a New World”
Útferð til víðagitna atmosferukanningarstovuna á Versailles Universiteti, sum er millum tær fremstu í øllum heiminum sambært 2018 Shanghai-ARWU-listanum
Øll skráin sæst á www.edu-arctic.eu/conference
Tekna teg til ráðstevnuna ókeypis á www.edu-arctic.eu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald