Tað upplýsti forsetin í landinum, Delcy Rodriguez leygardagin skrivar World Oil sambært Bloomberg, tíðindastovuni. Alt verður í løtuni gjørt fyri at fáa útlendskar íleggjarar at vera partur av menningini av orkuframleiðsluni í landinum, sum hevur ligið í skeljasori í mong ár. Hetta upplýsti hon á eini orkuráðstevnu í sjálvum hjartanum á oljuvinnuni í landinum, Maracaibo, sum er høvuðstaðurin í oljuframleiðandi statinum Zulia, har meira enn 150 altjóða feløg savnaðust fyri at umrøða íløgur og endurreisn av framleiðsluni.
![]()
Virkandi forsetin segði, at stjórnin hevur undirskrivað 61 avtalur sambært endurskoðaða lógarverkinum fyri kolvetni og samráðist um 44 avtalur aftrat. Ætlaðu íløgurnar fara at skapa meira enn 324.000 beinleiðis og óbeinleiðis arbeiðspláss, umframt arbeiðspláss, sum verða skapt sum ein avleiðing av økta virkseminum.
Fráboðanin vísir, hvussu stórar ætlanir Venesuela hevur, nú landið roynir at endurbyggja eina oljuvinnu, sum framvegis er langt undir sínum søguligu hægstu framleiðslutølum, hóast landið hevur heimsins størstu ráoljugoymslur. Tað fer at krevja fleiri ára boring og íløgur á niðurslitnum oljuleiðum, elskipanir og aðra útbygging av undirstøðukervinum at umseta lyftini til veruliga framleiðslu. Harumframt skulu íleggjarar fáa trygd fyri, at teir kunnu virka í einum landi, har søgan við tjóðartøkum og politiskari og løgfrøðiligari óvissu er farin tíð.
![]()
Íløguvirksemið er í vaksandi mun knýtt at einum átaki við stuðli úr USA, sum hevur til endamáls at endurnýggja stóru, men leingi illa gongdu oljuvinnuna í Venesuela. Í august gjørdu amerikanskir myndugleikar eina avtalu við norðuramerikanska felagið North American Blue Energy Partners. Avtalan fevnir um 17 oljuleiðir og ætlaðar íløgur upp á upp í 100 milliardir dollarar. Felagið hevur sagt, at tað ætlar at økja framleiðsluna úr umleið 200.000 tunnum um dagin í løtuni til 500.000 tunnur um dagin innan endan av 2028.
Rodríguez segði eisini, at ein øking í framleiðsluni í Zulia við tíðini fer at gera tað møguligt hjá statinum at gerast framleiðari av flótandi petroleumsgassi(LPG),fyrst til heimliga nýtslu og seinni til útflutnings.
Venesuela stríðist eisini við avmarkingar, sum fevna um óálítandi elveiting, gamla framleiðsluútgerð, avmarkaða kapasitetin hjá tænastuveitarum í oljuvinnuni og trot á royndum arbeiðsfólki. Alt hetta kann seinka royndirnar at fáa nýggja oljuframleiðslu í gongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald