Í farnu viku var føroyska sendikvinnan í London, Kate Sanderson, á arbeiðsvitjan í Edinburg, har hon hitti lyklapersónar og embætisfólk í skotsku stjórnarfyrisitingini og ymsum stovnum. Talan var um innleiðandi fundir at kanna møguleikar fyri økt samstarv á økjum av felags áhuga fyri bæði Føroyar og Skotland, sum til dømis grøna orkuskiftið, burðardygg gagnnýtsla av sjótilfeingi, oyggjamenning eins og mentanarligt og undirvísingarsamstarv og tjóðarbranding.
Kate Sanderson, føroyska sendikvinnan í London hitti Angus Robertson, uttanríkis- og mentamálaráðharran í skotsku stjórnini
Kate Sanderson hitti eisini Angus Robertson, ráðharra (Cabinet Secretary) í uttanríkis- og mentamálum í skotsku stjórnini. Á einum kunningarfundi í skotska tinginum, sum Beatrice Wishart, tinglimur fyri Hetland, skipaði fyri, hevði Kate Sanderson eisini eina framløgu og svaraði spurningar um samstarvið millum Føroyar og Bretland eins og um serstøk viðurskifti millum Føroyar og Skotland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald