Uttanlands

Rusland og Saudiarabia samd um at lækka oljuframleiðslu

Putin og bin Salman samdust á fundi í Argentina um at minka um oljuframleiðsluna

2018-12-02 14:44 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir gitingar um, at Rusland fór ikki at fylgja ætlanini hjá Saudiarabia at skerja sína oljuframleiðslu á fundi í Opec 6. desember, hava leiðararnir í Ruslandi og Saudiarabia á fundi í Argentina kortini gjørt av at lækka oljuframleiðsluna. Hetta verður gjørt fyri at steðga lækkingini í oljuprísinum. Oljuprísurin er lækkaður meira enn 20% í ár, og í morgun var hann 58,90 dollarar fyri tunnuna. Vladimir Putin og Mohammed bin Salman hittust á G20 toppfundinum í Argentina í vikuskiftinum.

Hóast Saudiarabia hevur víst á, at tað fór at skerja sína framleiðslu fyri at steðga príslækkingini, sum rakar landið hart, so hava nógvar gitingar verið frammi um, at fyri tað fyrsta at Rusland og onnur Opeclond fóru ikki at fylgja Saudiarabia og harnæst, at Saudiarabia varð undir hørðum trýsti frá amerikanska forsetanum at varðveita sína framleiðslu fyri at fáa prísin enn longu niður.

Útmeldingin frá G20 fundinum í Suðuramerika kemur helst væl við hjá teimum oljufeløgum, sum ikki tola væl, at prísurin fer enn longur niður og kanska entá nærkast 30-40 dollarum fyri tunnuna. Við einum oljuprísi uppá umleið 60 dollarum fyri tunnuna hevur eitt oljuland sum Saudiarabia ilt við at fáa budgettið at hanga saman.

Eftir øllum at døma hevur Saudiarabia gjørt av at gera eina avtalu við Putin um framleiðslulækking heldur enn at geva seg undir Trump forseta og varðveita ella entá hækka framleiðsluna.

Ein jokari í øllum hesum er eisini tann merkisverda støðan hjá amerikanska forsetanum fyrst at krevja av øllum keyaparum av iranskari olju at gevast við at keypa fyri síðani at geva meginpartin av somu londum undantak og harvið loyvi at halda fram at keypa iranska olju. Tvs. at lækkingin í iransku oljuframleiðsluni, sum eisini varð mett at merkja oljuprísin, brádliga gjørdist eingin og harvið kom ov mikið av olju á marknaðin. Nú verður tað so ístaðin Saudiarabia og nøkur onnur lond, sum minka um sína framleiðslu heldur enn Iran. Ein heldur margháttlig støða. Fundurin í Opec í komandi viku fer at avgera, hvat síðani fer at henda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder