Uttanlands

Saudiarabia miðjar móti einum oljuprísi uppá 80 dollarar

Landið ætlar at lækka oljuframleiðsluna við 800.000 tunnum aftrat móti endanum av januar

2019-01-08 09:54 Author image
Jan Müller
placeholder

 

Vónin er at lyfta oljuprísin upp á eitt munandi hægri støði, helst omanfyri 80 dollarar fyri tunnuna. Nýggja strategiin kemur um sama mundið, sum landið roynir at finna pengar at fíggja stóra vøksturin í fíggjarætlanini. Sambært einum talsmanni hjá Opec so krevur nýggja fíggjarætlanin hjá Saudi Arabia, at oljuprísurin hækkar so mikið sum til 95 dollarar fyri tunnuna. Men leiðslan í landinum hevur sambært Wall Street Journal sagt seg vera nøgda fyribils við ein oljuprís uppá 80 til 85 dollarar.

Oljuprísurin hevur verið rættiliga óstøðugur í eina tíð. Um jóltíðir fór hann undir 50 dollarar fyri síðani at hækka aftur til knappar 58 dollarar fyri tunnuna. Í dag er hann 57,27 dollarar.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder