Innanlands

Sjóvinnufelagið vil hava Export Faroe Islands við í valstríðið

Sjóvinnufelagið ynskir, at politiska skipanin stovnar eitt føroyskt útflutningsráð, Export Faroe Islands, ið skal slóða fyri og vegleiða føroyskum fyritøkum á útlendskum marknaðum.

Sjóvinnufelagið sær stórar møguleikar hjá bæði tænastu- og framleiðsluvinnunum komandi árini. Oljuvirksemið fer at verða nærhendis føroyska markinum fleiri ár frameftir, samstundis sum ætlanir eru um stórar verkætlanir við vindmyllulundum á sjónum, umframt frálandavinnu yvirhøvur.

Sjóvinnufelagið sær stórar møguleikar hjá bæði tænastu- og framleiðsluvinnunum komandi árini. Oljuvirksemið fer at verða nærhendis føroyska markinum fleiri ár frameftir, samstundis sum ætlanir eru um stórar verkætlanir við vindmyllulundum á sjónum, umframt frálandavinnu yvirhøvur.

2022-12-01 21:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Føroyar eru eitt lítið opið og framkomið vælferðarsamfelag, har størsti parturin av vælferðini er grundaður á samhandil við onnur lond, men vit hava ongan almennan stovn ella ráð, sum arbeiðir fyri at slóða veg og vegleiða føroyskum fyritøkum á útlendskum marknaðum. Hetta skrivar Sjóvinnufelagið á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum nú eina viku undan løgtingsvalinum.

Sjóvinnufelagið, sum áður bar heitið Oljuvinnufelagið, heldur, at politisku flokkarnir eiga at raðfesta týdningin eitt útflutninsráð kann hava fyri Føroyar og skrivar m.a.:

-Vit hava Visit Faroe Islands, sum marknaðarførir heimligu ferðavinnuna á útlendskum marknaðum. Sjóvinnufelagið ynskir sær nakað líknandi at marknaðarføra aðrar føroyskar tænastur og vinnur útlendskum marknaðum.

Fleiri av okkara grannalondum hava slík almenn ráð og stovnar til at marknaðarføra og vegleiða sínar fyritøkur við útflutningi í breiðum høpi.

Hóast vit eru fá í tali, so hava vit eina vælskikkaða arbeiðsmegi og eina framkomna vinnu, ið ikki stendur aftanfyri vinnuna í londum, sum eru fleiri túsundtals ferðir størri enn vit, men tað er bæði stríggið og orkukrevjandi fyri okkara fyritøkur at sleppa inn á stóru marknaðirnar uttanlands.

Tí ynskir Sjóvinnufelagið Export Faroe Islands, sum skal slóða fyri og vegleiða føroyskar fyritøkur á útlendsku marknaðum. Føroyski heimamarknaðurin er lítil og avmarkaður, og tískil eru tað inntøkurnar frá útflutningsmarknaðunum, sum mugu skapa vøkstur og virðisøking í føroyska samfelagsbúskapinum frameftir.

Sjóvinnufelagið í stuttum

Sjóvinnufelagið er vinnugreinafelag, ið umboðar seráhugamálini hjá føroyskum fyri­tøk­um, ið selja vørur og tænastur til vinnu á sjóøki nærhendis Føroyum umframt Arktis.

Sjóvinnufelagið strembar eftir at veita limum sínum best møguliga tænastu,  samsvarandi teimum raðfestingum, sum limirnir í Sjóvinnufelagnum seta á skránna.

Tað eru tí limirnir í Sjóvinnufelagnum, ið gera av, hvussu felagið skal ávirka gongdina og menningina av hesum vinnum í Føroyum.

Føroyar eru eitt nýmótans samfelag mitt í Atlantshavinum við góðum samskiftis, ferða- og flutningssambandið til evropeiska meginlandið. Tí eru Føroyar kappingarførar við okkara nærmastu granna­lond, tá ið tað snýr seg um at veita alskyns tænastur til sjóvinnuna um okkara leiðir.

Fyri at menna inntøkugrundarlagið hjá limunum og føroyska samfelagnum sum heild, fer Sjóvinnufelagið aktivt at virka fyri øktum vinnumøguleikum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Felagið sær stórar møguleikar hjá bæði tænastu- og framleiðsluvinnunum komandi árini. Oljuvirksemið fer at verða nærhendis føroyska markinum fleiri ár frameftir, samstundis sum ætlanir eru um stórar verkætlanir við vindmyllulundum á sjónum, umframt frálandavinnu yvirhøvur.

[object Object]

Sjóvinnufelagið staðfestir, at kolvetnisvirksemið fer at verða nærhendis føroyska markinum fleiri ár frameftir. Her kunnu tí eisini verða møguleikar hjá føroyskum veitarum. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder