Ein stórur meiriluti av norðmonnum, 74% av øllum spurdum og 85,5% av øllum av teimum, sum hava tikið avgerð, svara, at tað er týdningarmkið at varðveita norsku olju- og gassvinnuna. Hetta vísir ein meiningarkanningar, sum Kantar-TNS stovnurin hevur gjørt fyri Norsk olje og gass, ið er áhugafelagið hjá norskari oljuvinnu.
”Hetta er eitt herðaklapp til øll, sum arbeiða í olju- og gassvinnuni, og vísir, at ein stórur meiriluti av norska fólkinum tekur undir við tí stóra týdningi, sum vinnan hevur fyri Norra,” sigur Karl Eirik Schjøtt-Pedersen, ið er stjóri í Norsk olje og gass.
Kanningin vísir, at undirtøkan fyri olju- og gassvinnuni er vorðin størri við tíðini. Fyri einum ári síðani vóru tað 71%, sum hildu, at tað hevði týdning at varðveita vinnuna. Tað er serstakliga millum kvinnur, at stuðulin til vinnuna er vaksin, frá 62% í 2017 til 68% í 2018.
13% av teimum spurdu halda ikki, at tað hevur týdning at varðveita oljuvinnuna.
”Hetta eru hugalig tøl, ikki minst tí vit framhaldandi hoyra fólk siga, at vinnan hevur ikki stuðul millum norðmenn. Sjálvur haldi eg, at fólk síggja vinnuna sum sjálvt grundarlagið undir norska vælferðarsamfelagnum og hevur almikið at siga fyri arbeiðspláss kring alt landið. Tí fær vinnan eisini so stóra undirtøku,” sigur Schjøtt-Pedersen sambært heimasíðuni Sysla.no
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald