Uttanlands

Total ger stórt gassfund eystan fyri Føroyar

Franska fyritøkan skorar aftur við sínum seinasta gassfundi á Atlatnsmótinum, Glendronach

2018-09-24 11:26 Author image
Jan Müller
placeholder

Franska olju- og gassfelagið Total hevur gjørt eitt stórt gassfund vestan fyri Hetland. Tað skal goyma tað, sum svarar til 175 mió. tunnur av olju. Tað er boripallurin Stena Don, ein gamal kenningur frá føroysku oljuleitingini, sum hevur borað Glendronach leitimiðið nú í nakrar mánaðir. Tað liggur nærhendis fleiri øðrum gassleiðum hjá Total. Eftir øllum at døma fara Total saman við Ineos og SSE at útbyggja nýggju gassleiðina. Hon verður so bundin í eina aðra gassleið í grannalagnunm, Edradour. Total byrjaði framleiðslu frá Edradour og enn eini gasskeldu, Glenlivet fyri tveimum árum síðani. Hesar eru bundnar í gassleiðingina, sum gongur frá høvuðs gasskeldunum hjá Total eystan fyri Føroyar, Laggan Tormore, til Hetlands.

Arnaud Breuillac, forseti fyri leiting og framleiðslu hjá Total sigur í tíðindaskrivi frá felagnum í morgun, at Glendronach er eitt sera týdningarmikið fund fyri Total, sum fer at gera verandi gassframleiðslu á Atlantsmótinum meira lønandi. Mett verður at tað fer ikki at ganga lang tíð frá tí at farið verður at útbyggja kelduna til hon kann bindast í gassleiðingina. Total eigur 60% av Glendronach, meðan Ineos og SSE hava hvør síni 20%. Fyri SSE, sum er eitt gassfelag burturav og sum nøktar stóran part av eftirspurninginum av gassi í Bretlandi, er hetta seinasta fundið eisini av stórum týdningi. Martin Pibworth frá felagnum sigur, at nýggja keldan økir um goymslurnar hjá felagnum og skapar eisini nýggjar vónir til at finna meira av gassi á Atlantsmótinum. Hann sigur, at nýggja fundið fer at eggja felagnum at vera partur av komandi leiting í økinum eisini.

At oljufeløgini finna meira gass vestan fyri Hetland kann møguliga  eisini vera við til at fáa gongd á aftur leitingina við Føroyar, har gass er staðfest í fleiri brunnum, sum eru boraðir her. ”Open door” leitiskipanin, sum er galdandi á føroyska landgrunninum í løtuni, fevnir  eisini um fleiri leitimið, sum eru mett at goyma gass. So hvør veit – tess meira gass verður funnið hinumegin markið, tess størri kann áhugin fyri at leita eftir  føroyska gassinum eisini gerast, nú ein svangur bretskur heimamarknaður heldur vil hava gass úr grannalagnum enn at innflyta tað úr eitt nú Ruslandi. Eisini hevur gass fingið størri raðfesting í samlaðu orkuveitingini, tí tað er minni dálkandi enn bæði olja og kol.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder