Uttanlands

Trump forseti ávirkar oljuprísin

Fyri fyrstu ferð í sjey mánaðir lækkar oljuprísurin til undir 69 dollarar fyri tunnuna.

2018-11-13 12:53 Author image
Jan Müller

Ein útsøgn hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, á Twitter, har hann finst at Saudiarabia fyri at hava í hyggju at lækka oljuframleiðsluna, hevur fingið oljuprísin at kava aftur. Trump roynir nú at trýsta Saudiarabia til ikki at lækka framleiðsluna. Tað hevur fingið oljuprísin at lækka til 68,52 dollarar fyri tunnuna, sum er tann lægsti oljuprísurin í sjey mánaðir.

Á Twitter skrivar Trump m.a.: "Vónandi fara Saudiarabia og Opec ikki at lækka framleiðsluna. Oljuprísurin átti at verið uppaftur lægri útfrá verandi marknaðarstøðu", skrivaði forsetin í gjár. Hetta kom eftir, at orkumálaráðharrin í Saudiarabia sunnudagin gjørdi greitt, at landið fer at lækka framleiðsluna við 500.000 tunnum um dagin frá desember.

Tær nógvu broytingarnar í oljuprísinum og á marknaðinum hava fingið eygleiðarar at umrøða støðuna, sum nakað, ið ikki er hent í heili 35 ár. Vaksandi framleiðsla, sanktiónir móti Iran, handilskríggj, ringar vánir fyri heimsbúskapin osfr. eru alt orsøkir til óvanligu støðuna.

Orkustovnurin IEA væntar eitt príssjokk í 2020-unum. Hetta stendur at lesa í seinastu ”World Energy Outlook” frágreiðingini frá stovninum, sum er komin út í dag. Fallandi íløgur seinastu árini í oljuleiting og framleiðslu kunnu skapa stórt høvuðbrýggj fyri oljukeyparar ávarar IEA í frágreiðingini. Tað kann hava við sær stóran oljumangul og harvið príssjokk í 2020-unum, nakað, sum kann gerast sera pínufult fyri oljuinnflytararnar skrivar netmiðilin E24.

Seinastu árini hava fleiri av stóru oljufeløgunum hildið aftur við at brúka pening uppá leiting og nýggjar útbyggingar. Tað hevur skapt ótta á marknaðinum, sum ímyndar sær stóra minking í framleiðsluni komandi árini. Og tað kann so aftur hava við sær vaksandi oljuprísir.

Altjóða orkustovnurin IEA hevur fleiri ferðir ávarað móti hesum og endurtekur ávaringarnr í seinastu útgávuni av árligu frágreiðingini av World Energy Outlook.

Íløgurnar í oljuverkætlanir eru fyri tíðina væl lægri, enn tað, sum tørvur er á, skrivar IEA í frágreiðingini. Kluftin millum stóran eftirspurning og minni íløguvirksemi kann hava við sær skaðiligar príshækkingar í 2020 talinum skrivar IEA, ja til prísir, sum fara at røkka 100 dollarum. Stovnurin ávaraði um hesa gongdina longu í 2016, tá tekin vórðu um lækkandi íløgur í leiting og útbyggingar eftir prísskrædlið í 2014.

Verkætlaninar, sum eru góðkendar seinastu trý árini, svara bara til umleið helvtina av tí, sum tørvur verður á fyri at fáa javnvág í á marknaðinum fram til 2025 skrivar IEA. Henda gongdin fer at føra til ein eftirspurning í 2025 uppá 102,4 mió. tunnur um dagin og 106,3 mió. tunnur um dagin í 2040. IEA metir, at oljuprísurin fer at liggja um 88 dollarar í 2025 og 112 dollarar í 2040, um spádómarnir ganga út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder