Uttanlands

Umfevnandi sanktiónir móti Iran í gildi í dag

Kortini hevur USA loyvt 8 londum at keypa olju úr Iran í eina tíð aftrat. Hetta fyri at forða fyri, at oljuprísurin hækkar

2018-11-05 12:59 Author image
Jan Müller
placeholder

 

Í dag eru mest umfevnandi sanktiónir móti einum landi settar í verk av USA undir leiðslu av Donald Trump. Og hetta landið er Iran. Amerikanski forsetin gjørdi fyri tíð síðani av at siga upp kjarnorkusáttmálan, sum USA, Kina, Rusland, Frakland, Bretland og Týskaland høvdu gjørt við Iran og setti samtíðis í verk nýggjar sanktiónir móti Iran fyri at forða tí at kunna selja olju. Í dag gerast hesar sanktiónir fulkomnar. Í seinastu løtu hevur amerikanska stjórnin kortini gjørt eitt undantak, soleiðis at 8 ónevnd lond fáa loyvi til at keypa olju frá Iran í eina tíð aftrat. Tað ljóðar at millum hesi londini eru Kina, India, Suðurkorea og Japan. Roknað verður við, at seinastu sanktiónirnr fara at ávirka oljuprísin. Spurningurin er tó nær og hvussu nógv, tí londini í Opec hava eftir øllum at døma fylgt kravinum frá Trump forseta um at hækka framleiðsluna, so hon vigar upp ta olju, sum Iran vanliga koyrir á marknaðin.

Ein av orsøkunum til, at USA hevur givið 8 londum undantak frá boykottinum móti Iran er tann, at hetta skal forða fyri, at oljuprísurin hækkar ov nógv.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder